- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá Grønland bjargaði Føroyum

Í dag fer Jógvan Arge, sum hevur skrivað drúgva bókarøð um evnið, at siga okkum um føroyska fiskiskapin í Grønlandi frá 1906 til Seinra heimsbardaga, samstundis sum skjøtil eisini verður settur á árini eftir krígslok.
Miðvingurin Eigil Rasmussen er ein teirra, sum á ungum árum fór til Grønlands at rógva út. Og 18 ára gamal í 1955 var Eigil fyri einari ógvusligari hending í Grønlandi, einari hending, sum kundi havt kosta honum lívið.
Og hesari hendingini fer Eigil at siga frá.
Eisini hava vit verið í bandasavninum, har ið vit hoyra brot úr reportagu í Føroyingahavnini frá 1958.

Tá Grønland bjargaði Føroyum
Grønland hevur mangan roynst føroyingum væl, og í fleiri ár var meiri enn helvtin av føroyska útflutningsvirðinum fiskað í Grønlandi. Vit fara í seks útvarpssendingum at viðgera grønlandsútróðurin, ið er ein týðandi og forvitnisligur partur av føroyskari vinnulívssøgu.