- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá Grønland bjargaði Føroyum

Krígsárini 1939 til 45 fóru føroyingar ikki til Grønlands at rógva út. Men í 1946 varð farið yvir aftur, og serliga í fimti- og sekstiárunum fóru nógvir føroyingar til Grønlands. Í dag skifta vit orð við Jógvan Arge, journalist og rithøvund, og nú eru tað serliga árini eftir Seinra heimsbardaga, ið verða umrødd.
Hóast tað í stóran mun vóru menn, sum fóru til Grønlands, vóru tað eisini fleiri føroyskar kvinnur, sum fóru til Grønlands at arbeiða. Og ein teirra var Elvina Dahl Lauritsen, sum í 1959 - 16 ára gomul, fekk arbeiði á føroyska sjómansheiminum Lívdin í Føroyingahavnini. Grønlandsútróðurin hevði eisini munandi broytingar við sær, tá ið talan er um føroyska bátin. Og saman við bátasmiðinum, Jóan Petur Clementsen, skifta vit orð um hetta.
Eisini vitja vit í Miðvági, har ið vit tosa við Jon Sigurd Hansen, ið er stigtakara til ætlaða søgusavnið um grønlandsútróðurin. Og hesuferð tosa vit við hann um ein risastóran maskinbát, ið varð bygdur í Sandavági í 1966 til grønlandsútróðurin, og sum verður ein partur av savninum.
Í 1958 gjørdi Niels Juel Arge fyrstu reportaguferðina uttanlands fyri Útvarp Føroya og talan var um eina ferð til Grønlands. Og frá hesari ferðini hoyra vit nøkur søgulig brot úr Føroyingahavnini.

Tá Grønland bjargaði Føroyum
Grønland hevur mangan roynst føroyingum væl, og í fleiri ár var meiri enn helvtin av føroyska útflutningsvirðinum fiskað í Grønlandi. Vit fara í seks útvarpssendingum at viðgera grønlandsútróðurin, ið er ein týðandi og forvitnisligur partur av føroyskari vinnulívssøgu.