- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá Grønland bjargaði Føroyum

Við ársbyrjan 1959 gjørdist greitt, at 900 menn umhugsaðu at fara til Grønlands at rógva út, men nú vóru nýggjar treytir settar - og hetta kom sera óvart á føroyingar. Og hendan partin fer Jógvan Arge, rithøvundur og journalistur, at umrøða hesuferð.
Útróðurin í Grønlandi hevur eisini týdning fyri vinnulívið í Føroyum. Og umframt føroyska bátin, ið verður mentur munandi sum úrslit av grønlandsútróðurin, fær fiskiskapurin undir Grønlandi eisini týdning fyri føroysku flakavinnuna og snelluna, sum føroyingar í stórum tali tóku til sín. Í smiðjuni hjá J. K. Joensen í Miðvági sóu teir eisini møguleikar við snelluni. Vit hava vitjað í Miðvági, har ið Bjarni Joensen sigur okkum søguna um Vágasnelluna.
Eisini hitta vit Agnar Falkvard Joensen, ið er stjóri í Oilwind í dag.
Í 1967 fór Sigurd Højgaard av Skála til Grønlands at rógva út við bátinum Gamla Símun, sum pápin og beiggjarnir høvdu smíðað. Hetta summarið var Sigurd fyri tveimum hendingum har yviri, tveimum hendingum, ið kundu havt ein verri enda. Svend Højgaard, ið er sonur Sigurd, fer at siga okkum um hesar hendingarnar í 1967.
Eisini hoyra vit brot úr samrøðu, sum Niels Juel Arge gjørdi við Poul Lamhauge í Føroyingahavnini í 1958.
