- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey brølandi tjúguni

Stóri taparin eftir fyrra heimsbardaga var Týskland, sum misti stóran part av sínum landaøki, samstundis sum landið eisini varð álagt at rinda stórar upphæddir sum endurgjald fyri krígsskaðar.
Fyrri heimsbardagi hevði eisini við sær at Russland var illa fyri, og hetta slóðaði fyri kollveltingina í oktober 1917, tá sar-dynastiðið fall og Vladimir Lenin tók við valdinum. Men eftir tríggjar heilabløðingar doyði Lenin longu í 1924, og tá tók tann munandi harðrendari Josef Stalin við valdinum - og tað var als ikki til fyrimunar fyri russiska fólkið: Kósin gjørdist meiri nationalistisk, landbúnaðurin varð kollektiviseraður og stýringin miðsavnað, og íðnaðargerðingin kom als ikki fólkinum til góðar.
Eftir at Benito Mussolini í 1919 hevði stovnað tað fyrstu fascistisku herdeildina, telvar hann seg støðugt fram at valdinum - við harðskapi.
Í Italia gongur tað harðliga fyri seg á heysti 1922, og tað minnur mest um borgarakríggj, tá kommunistar og fascistar bresta saman í gøtunum. 28. oktober fara 30.000 fascistar undir leiðslu av Bennito Mussolini - Il Duce - í hergongu við kós móti Rom, har ið endamálið er at taka valdið. Úrslitið verður at stjórnin hjá Luigi Facta leggur frá sær, og kongurin, Victor Immanuel hin 3., biður Mussolini um at skipa nýggja stjórn.
25. november sama árið letur tjóðartingið honum einaveldug rættindi næstu 12 mánaðirnar. Endamálið er at fáa lóg og landaskil.
Við harðskapi og yvirgangi tryggja italsku fascistarnir sær ein risastóran valsigur á valinum 6. apríl 1924. Fascistarnir fara úr 35 tjóðartingslimum til 375 og tryggja sær sostatt meiriluta í parlamentinum.
Í januar 1926 fær Mussolini heimild til at stjórna Italia við fyriskipanum. Føraraprinsippið verður sett í gildi, og ein hvør andstøða móti fascistisku stjórnini verður bannað.
21. apríl 1927 kunngerð Mussolini eitt "Carta del Lavoro" - Arbeiðsins Grundlóg, og verkføll og verkbann verða forboðin.
20. mars 1928 verður ein nýggj valskipan sett í gildi í Italia. Limirnir í umboðsmannatinginum verða hereftir útpeikaðir av einum fascistiskum stórráði.
Victor Emanuel kongur hin 3. og hansara fylgi sleppa snikkaleys eftir eina bumbuatsókn í Milano hin 12. apríl 1928, men 17 fólk lata lív.
Og 11. februar 1929 tryggjar ein avtala millum Mussolini og Pavastólin stovnsetingina av Vatikanstatinum.
Børsspekulatiónin, sum eftir fýra árum hevur havt við sær, at partabrøvini eru fýrafaldaði í virði, endar hósdagin 24. oktober í 1929 í einum fullkomnum búskaparligum ragnaroki. "Tann svarta hósdagin", sum dagurin verður róptur, rapa partabrævakursirnir niður á Wall Street í New York, og eftir fáum døgum eru partabrævaeigarar í tíggjutúsundatali farnir á ørmundarhús, ognir eru søplaðar burtur, og milliardir av dollarum eru horvnir út í tað bláa.
Og kreppan í Wall Street í 1929 tryggjaði eisini Adolf Hitler og nazistunum valdið í Týsklandi í 1930-árunum.
Hesi eru nøkur av evnunum, ið verða viðgjørd í hesari fyrstu sendingini av Teim brølandi tjúgunum.
Og í sendingini tosa vit við Hans Andrias Sølvará, professara í søgu, Signar í Homrum, søgufrøðing, og Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing og formann í búskaparráðnum.

Tey brølandi tjúguni
Tey brølandi tjúguni er stuttrøð í seks pørtum, sum viðger 1920-árini í bæði útlendskum og føroyskum høpi.
Gunnar Nolsøe leggur til rættis.