Tey brølandi tjúguni

Skuldin hjá Vágs kommunu var eina slaka millión krónur fyrst í 1920-árunum
03-06-2025
Orsøkin var ta risatak, ið kommunan hevði tikið fyri at røkka málinum um fyrsta elverkið í Føroyum, nevniliga vatnorkuverkið í Botni, sum varð tikið í nýtslu í 1921

18. juli 1921 varð fyrsta ljósfestin hildin í Føroyum, og tað var í Vági, har fyrsta elverkið í Føroyum, vatnorkuverkið í Botni, varð tikið í nýtslu. Hetta var eitt risatak í 1921 ? og tá vatnorkuverkið varð liðugt, var skuldin hjá Vágs kommunu fyri elverkið komin upp á 919.417 krónur.
Í 1928 varð sáttmáli gjørdur millum Vágs Kommunu og Froðbiar Sókn um, at Froðbiar Sókn keypur streym frá el-verkinum í Botni. Og tað gjørdist eisini ein stórur fyrimunur fyri Tvøroyri, tá bygdin 8. desember 1928 fekk streym á fyrsta sinni, samstundis sum fyrsta Ljósfestin á Tvøroyri varð hildin.

Í Havn varð el-verkið á Rundingi tikið í nýtslu 1. september 1921. El-verkið var útgjørt við tveimum motorum. Annar var 100 hestar og hin 50.

Í 1920-árunum verða fleiri fakfeløg stovnaði eins og Javnaðarflokkurin verður settur á stovn. Fleiri orrustir eru eisini millum fakfeløgini og arbeiðsgevararnar í 1920-árunum, og tað at arbeiðsgevararnir og keypmenninir á fleiri plássum vóru teir somu, hevði eisini avbjóðingar við sær.
Ein av stríðsspurningunum var, at fólk vildu fáa reiðan pening, heldur enn at skula keypa uppá borg ella fáa blikkpengarnar, sum nakrar fyritøkur høvdu fingið sær.
Lønarmunur var eisini: Kvinnurnar fingu lægri løn enn menninir, eins og lønin eisini var ymisk, alt eftir hvar í landinum tú var.

Í 1920-árunum var nógv vinnuligt og annað virksemi á Tvøroyri, og sostatt var Tvøroyri heldur eitt býarsamfelag enn eitt bygdasamfelag - hóast Tvøroyri ikki var ein býur. Har var dansur, ítróttur og nógv felagsvirksemi.

Í 1920-árunum var talið av sjólætnum 155 fólk, og taka vit 1925, búðu bara 22.835 fólk í Føroyum. Hvat merkti hetta fyri lívið umborð og hvussu merktist tað hjá teimum, ið sótu eftir?

Í sendingini hava vit tosað við Tórleif Augustinussen, Óla Jacobsen, Hans Andrias Sølvará og Erland Viberg Joensen.

Tú kanst hoyra sendingina her!

Tey brølandi tjúguni

Tey brølandi tjúguni er stuttrøð í seks pørtum, sum viðger 1920-árini í bæði útlendskum og føroyskum høpi.

Gunnar Nolsøe leggur til rættis.

Føroysk málningalist, altjóða rák, tá talan er um arkitektur, og fyrsta plátuútgávan á føroyskum eru evnini í seinastu sendingini av Teim brølandi tjúgunum
10-06-2025
Orsøkin var ta risatak, ið kommunan hevði tikið fyri at røkka málinum um fyrsta elverkið í Føroyum, nevniliga vatnorkuverkið í Botni, sum varð tikið í nýtslu í 1921
03-06-2025
Politiskar nýskipanir í Føroyum, viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, Fúlabók, og Dronning Alexandrines Hospital verður tikið í nýtslu
12-05-2025
Vit viðgera bæði vertsliga og andaliga bókmentapallin í 1920-árunum, samstundis sum vit hoyra brot úr føroyskum skaldskapi frá hesum tíðarskeiði
05-05-2025
Og 1920-árini vóru eisini merkt av stríðnum millum tey, sum hildu fast um tað gamla, og tey, sum bjóðaðu av við nýggjum tónleiki, dansi og klædnamóta
28-04-2025
Russiska kollveltingin, fascisman í Italia og kreppan í 1929 fingu stóran týdning fyri tíðarskeiðið fyri seinra heimsbardaga
22-04-2025