- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilvera

Gen-vísindin hevur rættiliga tikið dik á seg. Øll hava vit ymisk gen, men enn vita vit ikki, hvørji, og hvar tey eru. - Læknaheimurin sigur okkum frá, at nú fer skjótt at bera til at staðfesta genkortini hjá hvørjum einstøkum. - Ein verkætlan fer skjótt í gongd í Føroyum, sum skal kanna sukursjúk fólk og vónandi finna útav, hvat er hent við genunum. - Gestur í útvarpsstovuni er næstformaðurin í Vísindasiðseminevnd Føroya, Richard Schwartson. Armgarð Arge leggur til rættis

Tilvera
Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.
Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.











