- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilvera

Ymsir siðir eru knýttir at páskunum. Vit mála og rulla páskar egg, og vit siga við børnini, at páskaharan kemur við eggunum. Søgan um páskaharuna er løgin, tí upprunaliga var hon eitt tekin um sterkan kynsligan mátt. Á páskum hava vit vár, smálomb og páskaliljur. Alt er ljóst og gott, men vit halda páskir, tí Jesus doyði og reis upp aftur páskamorgun. Men leygardagin - páskaaftan - hendi onki.

Tilvera
Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.
Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.











