- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilvera

Fimta barnasjúkan ella lúsingasjúkan herjar oyggjarnar í løtuni. Hetta er virussjúka, sum vanliga er vandaleys, men fyri ófødda barnið kann hon vera vandamikil, uttan mun til, um mamman er komin langt ella stutt í barnsburðinum.. Læknarnir siga ymiskt um, hvussu barnakonan eigur at ansa sær, men tað siga Arbeiðseftirlitini í Føroyum og í Danmark ikki. - Oddmar Færø, barnalækni, er í útvarpsstovuni. Armgarð Arge leggur til rættis

Tilvera
Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.
Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.











