Við Tórði á túri

Við Tórði á túri at rudda Føroyar
28-10-2019
Ein leygardag um árið er stóra átakið "Rudda Føroyar" á skránni og nógv hundrað fólk eru í gond kring landið á øðrum støðum enn onnur átøk røkka

Tey, sum tosað verður við í hesari sending, eru:


Lis Ternustein, Marjun Brockie, Tórheðin í Dali, Janni Hede í Dali, Joan Midjord Sivertsen, Kathleen Poulsen, Julia Ranadóttir Nolsøe, Anna Kristina Jensen, Bjørt Jansdóttir, Jógvan Mørkøre, Tóki Mørkøre, Tóra á Løgmansbø Bláhamar, Bjørk Berg Wiggins, Sigrun Mohr, Elin Lindenskov.

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Fjallatúrur stytsta dag í árinum hevur verið fastur táttur hesi seinastu árini, og ongantíð hava so nógv fólk verið við sum hesaferð. Tey vóru omanfyri hundrað í tali
19-01-2026
Jól eru í hondum og nógv í samfelagnum er merkt av tí. Tað er túrurin í dag eisini. Vit eru ikki sum vanligt í einum ávísum staði, men hoyra um jólafyrireiking ymsa staðni
15-12-2025
Áhugavert at vera saman við aktivitetstoyminum í Tórshavnar Kommunu og hoyra um teirra virksemi fyri búfólkunum á teimum ymsu heimunum
08-12-2025
Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe hava havt úr at gera síðani teir lótu Tvøroyrar Skjalasavn upp og bjóðaðu øllum at koma við tilfari
01-12-2025
Býlingurin á Konmansmýru í Havn er ein væl umtóktur býlingur. Húsini verða ofta seld áðrenn tey koma á sølulista
24-11-2025
Hanus Jensen hevur seinastu 26 árini smíðað føroyskar bátar og verið við at smíðað víkingabátar á Víkingasavninum í Roskilde
17-11-2025
Heystið royndist framúr væl í Tjørnuvík í ár. Menn vita ikki at siga frá so góðum seyði úr haganum sum í ár. Nógv lomb komu upp um 50 pund
10-11-2025
Í býlinginum í Toftum mitt í Fuglafirði, frá Restaurant Muntra og eitt petti norðureftir, hendir mangt og hvat. Vit vitja býlingin í hesari sendingini
03-11-2025
Túrurin í býlinginum á Ryggi í Miðvági bleiv so mikið rúgvismikil, at tað blivu tveir partar. Her er seinni partur av túrinum.
27-10-2025
Býlingurin á Ryggi er ein tættur býlingur við nógvum gomlum húsum, sum eru væl varðveitt. Tí er hann ein hugnaligur býlingur, og tey sum eru vaksin upp her hava góð minnir
20-10-2025
Stórhøllin við Tjarnir í Hoyvík hevur hýst nógvum stórum tiltøkum síðani hon læt upp
13-10-2025
Veteranarnir hjá TB og B71 vóru glaðir fyri at skriva søgu, tá teir í august spældu fyrsta veruliga fótbóltsdyst í Stóru Dímun og harvið kom fótbóltur til hesa oyggj
06-10-2025