Við Tórði á túri

Víð Tórði á túri á Sanatoriinum í Hoydølum (1:2)
12-04-2021
Sanatoriið í Hoydølum goymir ein serligan part av okkara søgu, tá tuberklarnir av álvara herjaðu í Føroyum

Vakri dalurin í Hoydølum, har Sanatoriið við øllum teimum tuberklasjúku fólkunum var, goymir nógvar tristar lagnur og stóra sorg. Higar komu tuberklasjúklingar úr øllum landinum fyri at fáa heilsubót, og tíbetur kláraðu nógv tað og komu út aftur til lívið. Men øll tey fyrstu árini var eingin heilivágur móti tuberklasjúkuni, og nógv kláraðu tað ikki og drógu seinastu ferð andan her - nógv í bestu árum. Her vóru nógvar syrgiligar søgur.

 

Í hesum fyrra partinum um Sanatoriið í Hoydølum verður tosað við 94 ára gomlu Dinnu Petersen á Glyvrum, ættað úr Fuglafirði, sum hevði tuberklar og var nógv á Sanatoriinum. Eisini verður tosað við Katrina Dahl, sjúkrasystir, sum ferðaðist kring landið við Magnussen, tuberklalækna, at koppseta allar føroyingar, og 84 ára gamla Símun Dalsgaard, sum vaks upp og hevur búð meginpartin av lívinum í Hoydølum, beint sunnanfyri Sanatoriið. Sum ungur lækni var Jón á Steig tuberklalækni eftir Dr. Magnussen og hesum greiðir hann frá í sendingini. Erland Viberg Joensen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiðir frá forkunnuga sanatoriibygninginum. Hann sigur, at bæði umhvørvið og dapra søgan gera Sanatoriið til nakað heilt serligt.

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Ein av fyritøkunum, ið bleiv stovnað í 1800-talinum, er S.P. Petersen í Fuglafirði, sum einaferð hevði 400 fólk í arbeiði. Gomlu handilshølini eru nú prýði fyri ferðafólk
08-06-2026
Tað er eisini ein náttúruuppliving at vitja skotaska høvuðsstaðin Edinburgh, og føroyingarnir vit hitta á hesum túri, hava nógv gott at siga um Edinburgh
01-06-2026
Røktingarmenninir í Skarðhaga omanfyri Hellurnar hava úr at gera nú lembingin er fyri. Símun Hans Jacobsen og Jákup Pauli E. Johannesen samstarva væl
18-05-2026
Trøllkonufingur er eitt væl umtókt mál millum útlendsk ferðafólk sum koma til Føroya. Og hann hevur eisini verið spennandi hjá monnum, ið hava klintrað upp á hann
11-05-2026
Nógv lív er í Vágsbotni, serliga tá gott veður er um summarið. Á hesum túrinum hitta vit nógv fólk í Vágsbotni
04-05-2026
Varðagøtan millum Leirvík og Norðragøtu er aldargamal og vakuir túrur við útsýni norður í Djúpini, út á Gøtuvík ella suður í havn
27-04-2026
Aftur í á hevur norðhavsútróðurin fylt nógv í bygdarmyndini á Eiði
20-04-2026
Býlingurin Undir Brúnni er stórur býlingur frá áttatiárunum, har fólk trívast væl
13-04-2026
Dorius Frederiksberg í Klaksvík bleiv kokkur tá hann var 15 ára gamal og hann hevur nógvar søgur frá sínum langa kokkalívi
30-03-2026
Nú Skúlin á Trøðni fyllir hálvthundrað ár, hava ongantíð so nógvir næmingar gingið í Skúlanum á Trøðni sum nú. Nú eru teir 72 næmingar í tali
23-03-2026
Tað er hugnaligt at vitja í Naddoddaneystinum á Tvøroyri, og teimum dáma væl at fáa gestir, tí teir eru altíð klárir til eitt prát
16-03-2026
Tilsamans 16 ymiskar standmyndir eru í Klaksvík, og Rani Nolsøe, ferðaleiðari, hevur gjørt túrar við fólki millum standmyndirnar. Í dag er hann túr við okkum og greiðir frá
09-03-2026