Við Tórði á túri

Einbúgvin av Viðareiði (1:2)
05-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð

Mikkjal Lodmund Sørensen, sum hansara fulla navn er, fór til Grønlands á vári í 1963 at rógva út, og hann hevur ongantíð verið aftur í Føroyum. Sjálvt um hann er einabarn og pápin doyði av vanlukku, meðan Mikkjal var stórur smádrongur, og mamman livdi einsamøll á Viðareiði til ellisár.


Mikkjal býr mitt í náttúruni í Suðurgrønlandi og hann er ein gløggur eygleiðari. Hann hevur øll hesi árini verið útróðrarmaður og havt seyð, og hóast meginparturin av seyðinum nú er tikin av, ganga nakrir eftir. Hann tímir illa at tosa um seg sjálvan, men tosar hugaliga um tær stóru linjurnar í náttúruni, m.a. veðurlagsbroytingina, sum hann sjálvur hevur upplivað og hugagóður greiðir frá. 

 

Mikkjal hevur sína egnu havn frá náttúrunnar hond. Uttast á lítla nesinum stendur tann føroyski báturin, eitt 10-mannafar, sum hann hevði við sær, tá hann kom yvir at rógva út í Eggersø suður móti Kapanum á vári í 1963. Hann brúkti eisini hendan bátin øll tey fyrstu mongu árini her, men tað sæst, at nú er langt síðani hann hevur verið flotaður. Nú hevur Mikkjal bátar úr plasti.

 

Øll tey mongu árini Mikkjal setti gørn, fekk hann dagliga kóp í gørnini. Og hann sigur sjálvur, at hann hevur etið hvønn tann einasta kóp hann hevur fingið, tí kópur er tann sunni maturin.

 

Fyri eini 15 árum síðani ætlaði Mikkjal at flyta av oynni. Men tað bleiv ikki til nakað, tí hetta var ov gott at fara frá. Hann hevur hvørki telefon ella teldu, men lurtar nógv eftir útvarpi. Og er okkurt, kann hann sjálvur sigla inn til Qaqortoq, sum fyrr kallaðist Julianehåb og er størsti býurin í Suðurgrønlandi. 

 

- Fyritreytin fyri at klára at búgva einsamallur er, at tú ert ein sterkur persónur. Og tað eri eg. Eingin ivi um tað. Og eg keði meg ikki eina løtu, sigur Mikkjal L. Sørensen. 

 

Sendingin varð fyrstu ferð í útvarpinum hin 25. december 2021. Síðani sendingin varð gjørd, eru sethúsini hjá Mikkjali úti í oynni brunnin í grund, og tí livir hann nú í einari eldraíbúð inni í býnum.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
89 ára gamli Gullberg Gullfoss, bíggjarmaður í Hoyvík, minnist á góðar og gamlar dagar í Bø, Hoyvík og á Bacalao, har hann var arbeiðsformaður í mong ár
03-02-2025
Frá barni av var stóri dreymurin at sleppa til skips og hann hevur upplivað nógv á sjónum. Nú Akki Heinesen verður 73 ár, er tað seyðuri sum fer við mestu tíðini
27-01-2025
Jóna Hammer úr Oyndarfirði, sum fylti 100 ár nú 1. januar, hevur greiðir frá bæði góðum og syrgiligum hendingum í sínum langa lívi
20-01-2025
87 ára gamli Martin Juul Jarnskor í Norðragøtu var ikki fyri at GÍ og LÍF løgdu saman og blivuí Víkingur. Hesum og einum hendingaríkum sjólívi greiðir hann frá í sending
13-01-2025
83 ára gamli Hilmar Heinesen, ið var elsti deyvi føroyingurin tá, sigur frá sínum lívi. Sendingin var fyrstu ferð í Útvarpinum í 1994
06-01-2025
Jákup Matras veit nógvum at siga frá eftir eitt arbeiðslív í SEV í meira enn eina hálva øld
29-12-2024
Jákup Matras hevur upplivað nógv í arbeiðnum hjá SEV í meira enn hálva øld. Fyrst sum linjumaður og tey seinnu árini hevur hann fyri tað mesta monterað stýringar
22-12-2024
Granskarar, bæði føroyingar og útlendingar, skulu finna út av hvussu Koltur og alt livandi í oynni uppførir seg, ikki minst uttan seyðabit. Allir skúlanæmingar skulu sleppa út
11-11-2024
Aftur í hesum partinum greiðir Sjúrður Joensen frá ymiskum viðurskiftum í ættarbygdini Koltri, sum uttan iva er ein landnámsbygd
04-11-2024
Koltur er ein lítil og spennandi oyggj, sum helst er landnámsbygd. Í gamlari tíð var Koltur eitt liviligt pláss, tí oyggin gav nógv og stutt var at rógva út á fiskimiðini
28-10-2024
Systkini Myrtley og Jens av Nesi í Vági, sum nú eru 100 og 102 ára gomul, eru nærmastu grannar og hava stóra gleði av hvørjum øðrum. Tey hava búð í Íslandi síðani fýratiárini
21-10-2024
Annað árið á rað skipaði Verkhúsið Stíggjur í Saltangará fyri Eydnufestivali í Løkshøll. Fyrireikararnir siga sjálvir, at hetta er stuttligasti festivalur í landinum
14-10-2024