Við Tórði á túri

Einbúgvin av Viðareiði (2:2)
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð

Tað tók okkum umleið ein hálvan tíma at sigla úr Qaqortoq - fyrr Julianehåb - og út til oynna Kingitoq, har Mikkjal Sørensen hevur búð einsamallur í 56 ár, mitt í stórbaru náttúruni her í Suðurgrønlandi. Hann hevur róð út og eisini havt seyð.

Mikkjal kom yvir til Grønlands at rógva út á vári í 1963, og hann hevur ongantíð verið aftur í Føroyum. Spurdur um hví, sigur hann, at tað er eingin ávís orsøk. -Tað er bara blivið soleiðis og eg havi ongantíð tráað eftir at koma aftur til Føroya, sigur Mikkjal Sørensen.

Her hevur hann síni egnu sethús og eitt seyðahús, har seyðurin hevur kunna gingið inn og út sum tað hevur passað. Tilfarið til bæði húsini fekk hann, eins og nógv onnur her í økinum í Suðurgrønlandi, frá stóru flogstøðini, sum amerikanarar høvdu undir krígnum í Narsarsuaq. Støðin helt uppat mitt í seksti árunum, um tað mundið Mikkjal búsettist her í oynni. Fólk kundu bara fara til Narsarsuaq at fáa sær tað tilfar, tey høvdu brúk fyri.  Aðrir hjálptu honum at taka niður og flyta tilfarið út í oynna, og síðani smíðaði Mikkjal alt sjálvur.

Á hávetri í 1982 var Mikkjal illa staddur. Hann hevði bruna í blindtarminum og hevði ótolandi pínu. Ísur var á sjónum, so hann var ikki førur fyri at sigla sjálvur inn til býin. So hann vavdi teppir og onnur heit klæði uttan um seg og legði seg í bátin beint við rennuna, har skip sigldu gjøgnum ísin. Hann var so heppin, at skipið hjá Sjúkrahúsinum í Qaqortoq kom fram á hann. Teir tóku hann upp og førdu hann inn til Sjúkrahúsið. Tá var blindtarmurin sprongdur. Mikkjal lá á sjúkrahúsinum í fleiri mánaðir, men kom fyri seg aftur.

Høvuðsvinnan hjá einbúgvanum av Viðareiði hevur sum sagt verið útróður, og umframt tað hevur hann havt væl av seyði, uppí 70 áseyðir. Men nú er meginparturin tikin av og hann hevur einar 10-15 ær gangandi eftir. Mikkjal rør framvegis út, serliga um summarið, og hann er framvegis sjálvbjargin í allar mátar, nú hann er blivin 86 ár. Eftir tørvi siglir hann við jolluni inn til býin eftir gassi og aðrari vøru, so hann kann lívbjara sær úti í oynni.

Áðrenn Mikkjal kom til Grønlands, fekk hann sum ungur drongur um endan av slupptíðini í Føroyum, og tað dámar honum væl at tosa um. Hann tosar eisini eitt sindur um gomul minnir í heimbygdini Viðareiði.

Spurdur hvat eitt fólk skulu hava í sær fyri at klára at búgva einsamøll so langt burtur frá øðrum fólkum í so mong ár, sigur Mikkjal Sørensen:

-Tú skal ikki vera bangin fyri nøkrum sum helst í náttúruni. Tú skalt ikki vera bangin fyri myrkri. Tú skalt ikki vera bangin fyri veðri. Og so skalt tú síggja ljóst uppá tingini í allar mátar.

 

Sendingin varð fyrstu ferð í útvarpinum hin 26. december 2021. Síðani sendingin varð gjørd, eru sethúsini hjá Mikkjali úti í oynni brunnin í grund, og tí livir hann nú í einari eldraíbúð inni í býnum

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Áhugavert at vera saman við aktivitetstoyminum í Tórshavnar Kommunu og hoyra um teirra virksemi fyri búfólkunum á teimum ymsu heimunum
08-12-2025
Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe hava havt úr at gera síðani teir lótu Tvøroyrar Skjalasavn upp og bjóðaðu øllum at koma við tilfari
01-12-2025
Býlingurin á Konmansmýru í Havn er ein væl umtóktur býlingur. Húsini verða ofta seld áðrenn tey koma á sølulista
24-11-2025
Hanus Jensen hevur seinastu 26 árini smíðað føroyskar bátar og verið við at smíðað víkingabátar á Víkingasavninum í Roskilde
17-11-2025
Heystið royndist framúr væl í Tjørnuvík í ár. Menn vita ikki at siga frá so góðum seyði úr haganum sum í ár. Nógv lomb komu upp um 50 pund
10-11-2025
Í býlinginum í Toftum mitt í Fuglafirði, frá Restaurant Muntra og eitt petti norðureftir, hendir mangt og hvat. Vit vitja býlingin í hesari sendingini
03-11-2025
Túrurin í býlinginum á Ryggi í Miðvági bleiv so mikið rúgvismikil, at tað blivu tveir partar. Her er seinni partur av túrinum.
27-10-2025
Býlingurin á Ryggi er ein tættur býlingur við nógvum gomlum húsum, sum eru væl varðveitt. Tí er hann ein hugnaligur býlingur, og tey sum eru vaksin upp her hava góð minnir
20-10-2025
Stórhøllin við Tjarnir í Hoyvík hevur hýst nógvum stórum tiltøkum síðani hon læt upp
13-10-2025
Veteranarnir hjá TB og B71 vóru glaðir fyri at skriva søgu, tá teir í august spældu fyrsta veruliga fótbóltsdyst í Stóru Dímun og harvið kom fótbóltur til hesa oyggj
06-10-2025
Ein áhugaverd vitjan á Heilsuskúlanum, sum er ein lítil skúli, har øll viðkoma hvørjum øðrum
29-09-2025
Trý fólk, sum vuksu upp í Skansaøkinum í Havn, greiða frá barnaminnum í hesum býlinginum, sum er óvanliga nógv broyttur síðani teirra uppvøkstur
22-09-2025