- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Tilhaldinum í Havn
23-01-2023
Nógv tiltøk eru á skránni í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Eirik Suni Danielsen, leiðari, sigur, at hvørja viku eru eini 300 fólk í Tilhaldinum
Tey, sum tosað verður við í Tilhaldinum í Tórsgøtu, eru: Sólrun Patursson, Marita Zachariassen, Rasmus Nygaard, Andras Vinther, Eirik Suni Danielsen, Marita Guttesen, Heiðveig Tindskarð, Annelin Davidsen, Vivi Hammer, Arnstein Niclasen, Kirstin Hansen, Jutta Midjord, Bergljót Hátún Madsen, Anna Petersen, Rasmus Joensen, Knud W. Gray, Árni Hansen og Christian Gabrielsen.

Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Býlingurin á Konmansmýru í Havn er ein væl umtóktur býlingur. Húsini verða ofta seld áðrenn tey koma á sølulista
24-11-2025
Hanus Jensen hevur seinastu 26 árini smíðað føroyskar bátar og verið við at smíðað víkingabátar á Víkingasavninum í Roskilde
17-11-2025
Heystið royndist framúr væl í Tjørnuvík í ár. Menn vita ikki at siga frá so góðum seyði úr haganum sum í ár. Nógv lomb komu upp um 50 pund
10-11-2025
Í býlinginum í Toftum mitt í Fuglafirði, frá Restaurant Muntra og eitt petti norðureftir, hendir mangt og hvat. Vit vitja býlingin í hesari sendingini
03-11-2025
Túrurin í býlinginum á Ryggi í Miðvági bleiv so mikið rúgvismikil, at tað blivu tveir partar. Her er seinni partur av túrinum.
27-10-2025
Býlingurin á Ryggi er ein tættur býlingur við nógvum gomlum húsum, sum eru væl varðveitt. Tí er hann ein hugnaligur býlingur, og tey sum eru vaksin upp her hava góð minnir
20-10-2025
Stórhøllin við Tjarnir í Hoyvík hevur hýst nógvum stórum tiltøkum síðani hon læt upp
13-10-2025
Veteranarnir hjá TB og B71 vóru glaðir fyri at skriva søgu, tá teir í august spældu fyrsta veruliga fótbóltsdyst í Stóru Dímun og harvið kom fótbóltur til hesa oyggj
06-10-2025
Ein áhugaverd vitjan á Heilsuskúlanum, sum er ein lítil skúli, har øll viðkoma hvørjum øðrum
29-09-2025
Trý fólk, sum vuksu upp í Skansaøkinum í Havn, greiða frá barnaminnum í hesum býlinginum, sum er óvanliga nógv broyttur síðani teirra uppvøkstur
22-09-2025
Gomlu húsarhaldsnæmingarnir, sum vóru saman á húsarhaldsskúla í Haslev fyri 68 árum síðani, hittast framvegis á hvørjum ári og hava nógva gleði av hvørji aðrari
15-09-2025
Ofta verður Írland nevnd tann grøna oyggin. Søguliga hava vit nógv felags við Írland, hóas føroyingar yvirhøvur vita lítið um hetta grannalandið fyri sunnan
08-09-2025











