Við Tórði á túri

Við Tórði á túri niðan á Víkarvatn
27-02-2023
Vìkardaman Gurið Lómfelli, sum býr í Streymnesi, hevur tríggjar ferðir verið á øllum fjøllum í Føroyum, og nú gongur hon fyri fjórðu ferð. Í dag sleppa vit túr við henni

Gurið Lómfelli greiðir frá, at hon kann ikki lata vera við at ganga í fjøllunum, tí tað er balsam fyri bæði likam og sál og alt. Hon angrar bara túrarnar, sum hon ikki hevur verið. Hon sigur, at túrarnir eru ein mynd av lívinum og tí er umráðandi at ganga í øllum veðri.


Henda túrin var ætlanin at fara niðan á Víkartind, sum er eitt sjáldsamt fjall, tí tað minnir mest um eina pýramidu. Men nógvi kavin í erva ger, at í dag er ikki gangandi niðan hagar. Kortini er áhugavert at hoyra høvuðspersónin, Gurið Lómfelli, greiða frá ymiskum á leiðini niðan við tí hugtakandi Fossá, niðan á Víkarvatn og oman til heimbygdina Haldórsvík.


Við Fossá hitta Gurið og verturin Tórður Mikkelsen eitt ungt par úr Týsklandi. Í sendingini hoyra vit eisini Maud Poulsen frá Miðnámi í Vestmanna greiða frá ferðaleiðaraskeiðnum á skúlanum, har Gurið Lómfelli er millum hugagóðu næmingarnar Og Árni Jacobsen frá einum fjallaáhugabólki, ið letur fólki serligt heiðursskjal fyri at hava verið á øllum skrásettum fjøllum í Føroyum, greiðir frá hesum tiltakinum.


Uttan at vita av hvørjum øðrum, kemur Sjúrður Skaale oman aftur til Víkar júst um somu tíð sum Gurið og Tórður, og tey fáa eitt prát omanfyri bygdina. Sjúrður hevur gingið í fjøllunum í mong ár, men nú vil hann koma niðan á øll fjøll og fáa heiðursskjalið. Tí er hann nú farin at seta flugubein á telduni við hvørt einstakt fjall. Í dag hevur hann verið á fýra fjøllum og hevur sostatt fingið fýra flugubein afturat.

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Umstøðurnar í Heygshaga eru nógv broyttar hesi seinastu árini, tí áseyðatalið varð minkað ein fjórðing. Tey eru væl nøgd, tí seyðurin er nógv betri nú enn fyrr
12-10-2026
Hovbingar eiga Tjaldavíkshólm, sum er í Tjaldavík beint sunnanfyri Øravík. Hólmurin er 75.000 fermetrar til víddar og er millum 50 og 100 metrar úti á víkini.
05-10-2026
Fuglfirðingurin Jógvan Julius Joensen, sum frá ungum árum búði í Gilleleje, upplivdi sjálvur víða gitnu hendingina, tá 60-80 jødar krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju
28-09-2026
95 ára gamli Jóan Pauli Næs úr Nesi í Hvalba greiðir frá barnaárum, sjólívi og øðrum, og vit vitja hansara barnaheim úti í Nesi
21-09-2026
Nógv halda, at garðaskøran er blivin ein umhvørvistrupulleiki í Føroyum, tí hon veksir so væl og trokar annan vøkstur burtur har hon er. Skipað verður fyri týningartiltøkum
29-06-2026
Við jøvnum millumbilum, umleið 14 dagar ímillum, verður skipað fyri døgurða við føroyskum rættum fyri eldri monnum í Klaksvík. Hugsað verður m.a. um einkjumenn
22-06-2026
Fyri hálvari øld síðani varð fyrsta træið í viðarlundini í Leirvík, Limmulund, sett niður. 50 ára ára dagurin 9. juni bleiv serligur fyri tey avvarðandi hjá Oliviu Joensen
15-06-2026
Ein av fyritøkunum, ið bleiv stovnað í 1800-talinum, er S.P. Petersen í Fuglafirði, sum einaferð hevði 400 fólk í arbeiði. Gomlu handilshølini eru nú prýði fyri ferðafólk
08-06-2026
Tað er eisini ein náttúruuppliving at vitja skotaska høvuðsstaðin Edinburgh, og føroyingarnir vit hitta á hesum túri, hava nógv gott at siga um Edinburgh
01-06-2026
Røktingarmenninir í Skarðhaga omanfyri Hellurnar hava úr at gera nú lembingin er fyri. Símun Hans Jacobsen og Jákup Pauli E. Johannesen samstarva væl
18-05-2026
Trøllkonufingur er eitt væl umtókt mál millum útlendsk ferðafólk sum koma til Føroya. Og hann hevur eisini verið spennandi hjá monnum, ið hava klintrað upp á hann
11-05-2026
Nógv lív er í Vágsbotni, serliga tá gott veður er um summarið. Á hesum túrinum hitta vit nógv fólk í Vágsbotni
04-05-2026