- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Tey, sum í hesi sending tosa um virksemið hjá Ælaboganum hesi 25 árini orkestrið hevur verið til, eru: Jákup Hansen, Ruborg Haraldsen, Malan Mortensen, Sámal Bláhamar, Herdis Johnsdóttir Johannesen, Katrin Jørgensen, Elisabet Rubeksen, Dánial Gram Høgnesen, Finn Oddur Michelsen, Jens Jensen, Eydis á Løgmansbø og Annika Højgaard, sum hevur verið leiðari fyri orkestrið frá fyrsta degi og er tað framvegis.

Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.
Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.
Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.