- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Í koronatíðini kundu sluppu 79 ára gamli gjáarmaðurin Asfinn Sigvardsen, sum býr í Saltangará, og 78 ára gamli skálvíkingurin Jens Dalsgaard, sum býr á Glyvrum, ikki at venja í vælverusentri. Tað gjørdi, at teir funnu uppá at ganga túrar til vøtn. Og so settur teir sær sum mál at ganga til øll vøtn og tjarnir í landinum.
Í hesari sending eru vit saman við teimum til tað seinasta vatnið. Tað er Tjørnin á Rygsmýru á Víkum í Vágum. Hann bleiv drúgvur. Tá hesin túrurin var av, vísti fetteljarin at vatnamenninir høvdu gingið 30.000 fet og umleið 20 kilometrar.
-Hesi trý árini hava vit gingið umleið 800 kilometrar til hálvtfjórðhundrað vøtn, Og tað er torført at skilja millum eitt vatn og eina tjørn, tí ymsar uppfatanir eru av stødd, siga teir báðir vatnamenninir væl nøgdir.

Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.
Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.
Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.