- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Fríggjadagin á Heystfagnaðinum er árliga seyðasýningin í seyðhúsinum uppi á Koll og áhugin er stórur. Serliga teir ungu menninir leggja seg nógv eftir at hava vakrasta seyðin í kappingini.
Leygardagurin er høvuðsdagurin á Heystfagnaðinum og nógv fólk eru í gongd frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Her verða bæði neyt og seyður flett, og her eru ymiskar kappingar, framsýningar og ymiskar framførslur.
Við í hesari sendingini frá Heystfagnaðinum eru: Flóvin í Kolsbyrgi, Andras Thomsen, André Kruse, Jógvan Eidesgaard, Ansy Høghamar, Bjørg á Høgaryggi, Sigurbjørn Mørkøre, Olaf Fríðheim, Birgir Berg í Skorini, Bragi í Garði, Jack E. Petersen, Annebin Ellingsgaard, Edvard Pauli Andreasen, Hildur Kruse Sørensen, Janus Knudsen, Jóannes í Miðstovuni, Anna Paula Weihe, Marita Reinert Mohr og Jógvan í Skorini.

Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.
Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.
Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.