Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Heystfagnaði á Eiði
23-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum

Fríggjadagin á Heystfagnaðinum er árliga seyðasýningin í seyðhúsinum uppi á Koll og áhugin er stórur. Serliga teir ungu menninir leggja seg nógv eftir at hava vakrasta seyðin í kappingini.

 

Leygardagurin er høvuðsdagurin á Heystfagnaðinum og nógv fólk eru í gongd frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Her verða bæði neyt og seyður flett, og her eru ymiskar kappingar, framsýningar og ymiskar framførslur.

 

Við í hesari sendingini frá Heystfagnaðinum eru: Flóvin í Kolsbyrgi, Andras Thomsen, André Kruse, Jógvan Eidesgaard, Ansy Høghamar, Bjørg á Høgaryggi, Sigurbjørn Mørkøre, Olaf Fríðheim, Birgir Berg í Skorini, Bragi í Garði, Jack E. Petersen, Annebin Ellingsgaard, Edvard Pauli Andreasen, Hildur Kruse Sørensen, Janus Knudsen, Jóannes í Miðstovuni, Anna Paula Weihe, Marita Reinert Mohr og Jógvan í  Skorini.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.

Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.

Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.

Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.

Petur Martin Petersen í Fuglafirði er ein samlari av Guds náði, og í dag tosa vit við hann um hansara privatu søvn - bæði bíbliu-, bóka- og listasavnið
10-03-2025
Jóhanna Petersen í Saltnesi, sum leygardagin fylti 100 ár, býr einsamøll í húsi og klárar seg sjálv
03-03-2025
Leon Sólheyg í Klaksvík fór sum 14 ára gamal yvir á Flemish Kap við saltfiskalínuskipinum Borðoyarnesi. Hann sigur livandi frá hesum kapitli í lívinum
24-02-2025
Karl Vidtfeldt á Sandi hevur í eina hálva øld verið eldsál í B71, Sandoyar Ítróttafelag.
17-02-2025
Rasmus Joensen er ein av teimum, sum gera eitt stórt arbeiði fyri at varðveita okkara gomlu kvæðamentan. Vit hitta hann í sambandi við eina kvæðastevnu fyri fólkaskúlanæmingar
10-02-2025
89 ára gamli Gullberg Gullfoss, bíggjarmaður í Hoyvík, minnist á góðar og gamlar dagar í Bø, Hoyvík og á Bacalao, har hann var arbeiðsformaður í mong ár
03-02-2025
Frá barni av var stóri dreymurin at sleppa til skips og hann hevur upplivað nógv á sjónum. Nú Akki Heinesen verður 73 ár, er tað seyðuri sum fer við mestu tíðini
27-01-2025
Jóna Hammer úr Oyndarfirði, sum fylti 100 ár nú 1. januar, hevur greiðir frá bæði góðum og syrgiligum hendingum í sínum langa lívi
20-01-2025
87 ára gamli Martin Juul Jarnskor í Norðragøtu var ikki fyri at GÍ og LÍF løgdu saman og blivuí Víkingur. Hesum og einum hendingaríkum sjólívi greiðir hann frá í sending
13-01-2025
83 ára gamli Hilmar Heinesen, ið var elsti deyvi føroyingurin tá, sigur frá sínum lívi. Sendingin var fyrstu ferð í Útvarpinum í 1994
06-01-2025
Jákup Matras veit nógvum at siga frá eftir eitt arbeiðslív í SEV í meira enn eina hálva øld
29-12-2024
Jákup Matras hevur upplivað nógv í arbeiðnum hjá SEV í meira enn hálva øld. Fyrst sum linjumaður og tey seinnu árini hevur hann fyri tað mesta monterað stýringar
22-12-2024