- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Brynjálvur Sigurðsson, formaður í Føroyingafelagnum Álaborg, og Gurið Djurhuus, nevndarlimur, greiða frá umfatandi virkseminum hjá felagnum. Tey siga, at felagið Álaborg man vera tað virknasta føroyingafelagið í Danmark. Aalborg er blivin alt meira ein lestrarbýur. Nógvar lestraíbúðir eru í gerð, og nógvir ungir føroyingar eru nýliga komnir til Aalborg.
Tvørámaðurin Eyðstein Borgardal, sum gongur í kokkaskúla í Aalborg, heldur, at miðbýurin í Aalborg kundi verið meira spennandi. Hann er tó glaður fyri at vera niðri við Limfjørðin og trívist í býnum.
Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur, vísir fram Klosturkirkjuna, har føroyskar guðstænastu verða hildnar fyri lesandi og fastbúgvandi føroyingaum á jólum og á páskum, og har eru eisini aðrar kirkjuligar tænastur. Lisbeth er heiðurslimur í felagnum Álaborg. Hon er takksom fyri, at tey ungu virðismeta arbeiðið sum gjørt verður. Vit vitja eisini heima hjá Lisbeth, sum saman við manninum býr í nýggjum íbúðarblokki við Limfjørðin.
Saman við oyndfirðinginum Hans Jákupi Abrahamsen eru vit uppi í Aalborgtorninum, haðani gott útsýni er yvir Aalborg og Limfjørðin.
90 ára gamla Jonna Jørgensen úr Havn var 12 ár tá hon saman við foreldrunum flutti úr Føroyum til Danmarkar. Her hevur hon búð síðani, hóast foreldrini skjótt fluttu aftur til Føroya. Men Jonna sigur, at hon er føroyingur í hjartarøturnar og hon og maðurin, sum er dani, koma til øll tey stóru tiltøkini hjá Føroyingafelagnum og í Klosturkirkjuni.
Kvinnurnar í føroyska fótbóltsfelagnum í Aalborg, Fintuni, spæla dyst og vinna 3-1. Jakoba Svensdóttir og Maria Klakkstein Thomsen, sum báðar lesa í Aalborg, greiða frá, at fótbólturin hevur stóran týdning fyri samanhaldið.
Í miðbýnum hittir verturin tríggar ungar menn, sum í góðveðrinum hava fingið hugskotið at fara á strondina at spæla strandarflogbólt. Tí royna teir í skundi at finna manning. Teir siga, at tað er nógv lættari at samla føroyingar enn danir við stuttum skotbrái.
Tey, sum tosað verður við í hesum seinna partinum úr Aalborg, eru: Gurið Djurhuus, Brynjálvur Sigurðsson, Eyðstein Borgardal, Lisbeth Solmunde Michelsen, Hans Jákup Abrahamsen, Jonna Jørgensen, Jakoba Svensdóttir, Maria Klakkstein Thomsen og Mikkjal Olsen.

Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.
Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.
Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.