Við Tórði á túri

Við Tórði á túri Millum Gilja í Hoyvík
27-11-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har

Býlingurin Millum Gilja í Hoyvík, sum varð útstykkjaður seinnapartin í áttatiárunum, var fyrsti býlingur við bæði randarhúsum og sethúsum. Her eru 75 støk sethús og 56 randarhús, har fólk yvirtóku brandveggir og rond og sjálvi kundu byggja og innrætta seg. Í dag búgva umleið 600 fólk Millum Gilja.

-Kombinatiónin millum randarhús og støk sethús er sera góð og húsini líva væl fyri hvørjum øðrum. Hetta er væl hugsað, sigur Kristian Martin Joensen, formaður í Eigarafelagnum Millum Gilja.

Hallgerð Gregersen Olsen og Helgi Dam Ziska høvdu hugt eftir nógvum húsum í Havn í tvey ár, men tá tey fyrstu ferð fóru út miðbýnum í Havn niðan Millum Gilja at hyggja eftir einum randarhúsum, ivaðust tey ikki eina løtu. Tey vórðu beinanvegin samd um, at hetta vóru húsini. Síðani tey fluttu í býlingin eru fleiri ungfólk í teirra aldri komin higar og fleiri børn eru nú eisini í býlinginum.

Sonurin Leivur er hálvt ár og Hallgerð hevur barnsburðarfarloyvi enn. Umframt sítt borgarliga starv er Helgi, sum er okkara fyrsti og einasti stórmeistari í talvi, ein dag um vikuna á Námi og fer út í skúlarnar kring landið at undirvísa í talvi. Hann sigur, at áhugin fyri talvi millum børn og ung er nógv vaksin.

Tá tú kemur inn í sethúsini Millum Gilja 48 er tað nærum sum at koma inn í eitt listasavn. Tá húsini vórðu bygd, hugsaði Sjúrður Horsdal um listina hjá pápanum, Poul Horsdal, sum var viðurkendur listamaður. Sjúrður vildi hava nógv veggjapláss og høgt til loftið, tí nógv listaverk hjá pápanum eru stór. Listin hjá Poul Horsdal er ljós og kortini litrík.

Konan í húsinum, Sigirð Højsted, er uppvaksin longur niðri í Hoyvík, men trívist væl her uppi í Hoyvíkshaganum. M.a. er hon sera glað fyri tær nógvu og væl útbygdu gongugøturnar rundan um býlingin og í Hoyvík sum heild.

Elisabeth Rasmussen hevur uppalt nógv børn Millum Gilja, tí hon hevur arbeitt í Býlingshúsinum her 15 ár. Tilsamans hevur hon arbeitt hjá barnaansingini í Tórshavnar Kommunu í meira enn 40 ár. "Framvegis fari eg hvønn dag spent til arbeiðis, tí uppgávurnar eru ymiskar og børnini eru ymisk", sigur Elisabeth, sum sjálv býr í randarhúsum Millum Gilja.

Bárður Niclasen er hoyvíkingur við stóra H. Hann sigur, at hann er ein av teimum fáu hoyvíkingunum, sum ikki hava spælt hondbólt. Hann sigur, at Ferðslan er nógv vaksin og t.d. klokkan átta um morgunin er torført at koma út á Vegin langa.

-Nýggi ringvegurin, sum verður gjørdur omanfyri hjá okkum, fer at gagna býlinginum, tí vit verða bundin í ringvegin, sigur Bárður Niclasen..  

Fleiri av teimum, ið eru uppvaksin Millum Gilja, hava keypt hús og eru flutt aftur í býlingin. Eitt av teimum er Ann Tordis Kelduberg Hellisdal. Hon og maðurin Helgi Pauli keyptu húsini Millum Gilja 18 frá foreldrunum hjá einari vinkonu hjá Ann Tordis, so her hevur hon havt nógvar góðar løtur í uppvøkstrinum. Men tey hava gjørt nógv við húsini síðani tey keyptu tey. Ann Tordis helt at ov lítið samband var millum fólkið í býlinginum, og tí gjørdi hon ein Facebook-bólk fyri øll.

Tey, sum eru við í sendingini, eru: Kristian Martin Joensen, Hallgerð Gregersen Olsen, Helgi Dam Ziska, Sjúrður Horsdal, Sigrið Højsted, Elisabeth Rasmussen, Bárður Niclasen og Ann Tordis Kelduberg Hellisdal

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Rasmus Joensen er ein av teimum, sum gera eitt stórt arbeiði fyri at varðveita okkara gomlu kvæðamentan. Vit hitta hann í sambandi við eina kvæðastevnu fyri fólkaskúlanæmingar
10-02-2025
89 ára gamli Gullberg Gullfoss, bíggjarmaður í Hoyvík, minnist á góðar og gamlar dagar í Bø, Hoyvík og á Bacalao, har hann var arbeiðsformaður í mong ár
03-02-2025
Frá barni av var stóri dreymurin at sleppa til skips og hann hevur upplivað nógv á sjónum. Nú Akki Heinesen verður 73 ár, er tað seyðuri sum fer við mestu tíðini
27-01-2025
Jóna Hammer úr Oyndarfirði, sum fylti 100 ár nú 1. januar, hevur greiðir frá bæði góðum og syrgiligum hendingum í sínum langa lívi
20-01-2025
87 ára gamli Martin Juul Jarnskor í Norðragøtu var ikki fyri at GÍ og LÍF løgdu saman og blivuí Víkingur. Hesum og einum hendingaríkum sjólívi greiðir hann frá í sending
13-01-2025
83 ára gamli Hilmar Heinesen, ið var elsti deyvi føroyingurin tá, sigur frá sínum lívi. Sendingin var fyrstu ferð í Útvarpinum í 1994
06-01-2025
Jákup Matras veit nógvum at siga frá eftir eitt arbeiðslív í SEV í meira enn eina hálva øld
29-12-2024
Jákup Matras hevur upplivað nógv í arbeiðnum hjá SEV í meira enn hálva øld. Fyrst sum linjumaður og tey seinnu árini hevur hann fyri tað mesta monterað stýringar
22-12-2024
Granskarar, bæði føroyingar og útlendingar, skulu finna út av hvussu Koltur og alt livandi í oynni uppførir seg, ikki minst uttan seyðabit. Allir skúlanæmingar skulu sleppa út
11-11-2024
Aftur í hesum partinum greiðir Sjúrður Joensen frá ymiskum viðurskiftum í ættarbygdini Koltri, sum uttan iva er ein landnámsbygd
04-11-2024
Koltur er ein lítil og spennandi oyggj, sum helst er landnámsbygd. Í gamlari tíð var Koltur eitt liviligt pláss, tí oyggin gav nógv og stutt var at rógva út á fiskimiðini
28-10-2024
Systkini Myrtley og Jens av Nesi í Vági, sum nú eru 100 og 102 ára gomul, eru nærmastu grannar og hava stóra gleði av hvørjum øðrum. Tey hava búð í Íslandi síðani fýratiárini
21-10-2024