Við Tórði á túri

Við Tórði á túri - fransiskanarsystrarnar fara
04-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað

Tað er ein lítil øld síðani tær fyrstu fransiskanarsystrarnar komu til Føroya. Og um fáar mánaðir er virksemið hjá teimum her søga. Í juni fara tær av landinum, tí tær eru blivnar ov fáar og ongar ungar koma hendavegin.

-Torføru viðurskiftini viðvíkjandi innferðarloyvi og arbeiðsloyvi hava eisini gjørt sítt til støðuna, staðfestir Marisa Spiteri Cremona, fransiskanarsystir. Hon greiðir frá torføru støðuni hjá yngstu nunnuni, Rossppin Croos úr Sri Lanka, sum kom til Føroya í fjør, men enn ikki hevur fingið arbeiðsloyvi.

-Eg fari at sakna Føroyar og fólkið, og tað er við sorgblídni og nógvum góðum minnum at vit fara avstað, sigur Marisa í sendingini "Við Tórði á túri - fransiskanarsystrarnar fara".

Marisa sigur, at nú systrarnar fara, má kirkjuliðið taka sær av teimum uppgávum sum systrarnar hava gjørt í Mariukirkjuni, m.a. at hjálpa prestinum við ymiskum uppgávum. Hon vónar eisini, at kirkjan verður opin hvønn dag sum higartil.

Enn veit Marisa ikki hvagar hon fer tá hon í juni fer úr Føroyum. Einasta ynski hon hevur havt er at verða nær einum sjúkrahúsi, tí tað hevur hon brúk fyri.

 

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Rasmus Joensen er ein av teimum, sum gera eitt stórt arbeiði fyri at varðveita okkara gomlu kvæðamentan. Vit hitta hann í sambandi við eina kvæðastevnu fyri fólkaskúlanæmingar
10-02-2025
89 ára gamli Gullberg Gullfoss, bíggjarmaður í Hoyvík, minnist á góðar og gamlar dagar í Bø, Hoyvík og á Bacalao, har hann var arbeiðsformaður í mong ár
03-02-2025
Frá barni av var stóri dreymurin at sleppa til skips og hann hevur upplivað nógv á sjónum. Nú Akki Heinesen verður 73 ár, er tað seyðuri sum fer við mestu tíðini
27-01-2025
Jóna Hammer úr Oyndarfirði, sum fylti 100 ár nú 1. januar, hevur greiðir frá bæði góðum og syrgiligum hendingum í sínum langa lívi
20-01-2025
87 ára gamli Martin Juul Jarnskor í Norðragøtu var ikki fyri at GÍ og LÍF løgdu saman og blivuí Víkingur. Hesum og einum hendingaríkum sjólívi greiðir hann frá í sending
13-01-2025
83 ára gamli Hilmar Heinesen, ið var elsti deyvi føroyingurin tá, sigur frá sínum lívi. Sendingin var fyrstu ferð í Útvarpinum í 1994
06-01-2025
Jákup Matras veit nógvum at siga frá eftir eitt arbeiðslív í SEV í meira enn eina hálva øld
29-12-2024
Jákup Matras hevur upplivað nógv í arbeiðnum hjá SEV í meira enn hálva øld. Fyrst sum linjumaður og tey seinnu árini hevur hann fyri tað mesta monterað stýringar
22-12-2024
Granskarar, bæði føroyingar og útlendingar, skulu finna út av hvussu Koltur og alt livandi í oynni uppførir seg, ikki minst uttan seyðabit. Allir skúlanæmingar skulu sleppa út
11-11-2024
Aftur í hesum partinum greiðir Sjúrður Joensen frá ymiskum viðurskiftum í ættarbygdini Koltri, sum uttan iva er ein landnámsbygd
04-11-2024
Koltur er ein lítil og spennandi oyggj, sum helst er landnámsbygd. Í gamlari tíð var Koltur eitt liviligt pláss, tí oyggin gav nógv og stutt var at rógva út á fiskimiðini
28-10-2024
Systkini Myrtley og Jens av Nesi í Vági, sum nú eru 100 og 102 ára gomul, eru nærmastu grannar og hava stóra gleði av hvørjum øðrum. Tey hava búð í Íslandi síðani fýratiárini
21-10-2024