Við Tórði á túri

Við Tórði á jólatúri
18-12-2023
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking

Aftur í ár selur Kiwanis í Havn jólatrø aftanfyri Sjónleikarhúsið. Teir vænta at selja eini 800 trø í ár, og ágóðin fer til Jólahjálpina hjá Barnabata, sigur Petur Jakobsen frá Kiwanis. Tey flestu keypa jólatræ frá Kiwanis fyri at stuðla, sigur hann. Arnleyg Sørensen hevði lætt við at finna eitt jólatræ. Hon sigur, at familjan fer til Vestmannar at halda jól, men kortini vilja tey hava eitt jólatræ í heiminum.

 

Ruth Laksáfoss í Klaksvík er serliga jólalig. Hon og maðurin Gert hava aftur í ár gjørt eina hugnaliga jólabygd í djúpa vindeygakarminum í køkinum. Bygdin verður størri og fjølbroyttari á hvørjum ári, tí Gert ger á hvørjum ári nýggjar lutir. Bygdin sær ógviliga livandi út og nógv fólk støkka inn á gólvið fyri at síggja jólabygdina. "Vit elska bæði jól og leggja stóran dent á at njóta løturnar", sigur Ruth.

 

Strandingurin Ásbjørn Berthelsen hevur nógv jørn í eldinum. Hann hevur fingið sær farloyvi sum lærari í eitt ár og brúkar nú tíðina at undirhalda, umframt at hann er leiðari hjá fýra kórum. Serliga nú jólini standa fyri durum er nógv á skránni og hann undirheldur í jólatiltøkum. "Tá eg undirhaldi leggi eg stóran dent á at fáa nakað aftur frá bæði børnum og vaksnum, sum eru áhoyrarar", sigur Ásbjørn, sum m.a. gyklar.

 

Mariia Shvets Olsen í Rituvík er úr Ukraina, og hon greiðir frá, at í heimlandinum hevur verið vanligt at jól eru eftir tí juliansku tíðarrokningini, tí trúarlæran í Ukraina er ortodoks. Tá er jóladagur 7. januar. Men fyri at bróta við russiskan sið hava myndugleikarnir í Ukraina gjørt av, at nú verða almennu jólini 25. desember - eftir gregoriansku tíðarrokningini sum í vesturheiminum. Mariia sigur, at á jólum koma familjurnar nógv saman og fáa góðan mat.

 

91 ára gamla Daniella Leo úr Fámjin, sum er ættað úr Sumba, býr nú á Ellisheiminum á Tvøroyri. Hon hevur í mong ár bundið eitt ótal av teppum at senda til treingjandi fólk úti í heimi.  Hon hevur í sjónvarpi mangan sæð hvussu stórur tørvur er á hjálp úti í heimi. Í sendingini greiðir Daniella eisini frá hvussu smáligt tað var tá hon vaks upp í Sumba. Børnini funnu sær leikur á ruskdunganum. Og Daniella vaks upp við moldgólvi.

 

Christian Gabrielsen, diakonur, hevur virkað í Mariukirkju í Havn í meira enn 40 ár. Jólanátt í ár verður seinasta midnáttarmessan saman við fransiskanarsystrunum, ið nú rigga av eftir at hava virkað í 90 ár í Føroyum. "Tíverri dettur tað persónliga sambandið, sum systrarnar hava havt við fleiri ættarlið, burtur. Tað er ein stórur missur", sigur Christian Gabrielsen, sum leggur dent á, at messan jólanátt kortini heldur fram sum nú.

 

Hansina Magnussen á Toftum dámar sera væl at lurta eftir gamla siðinum í Útvarpinum, at føroyingar í útlondum senda jólaheilsan heim til familju og vinir. Hansina sigur, at hon kann enntá finna uppá at lurta eftir jólaheilsum á hásumri. "Tað er so hugnaligt og kensluborið við jólaheilsum. Tað ger nakað serligt inni í mær og gomul barnaminnir koma fram", sigur hon. Fyri Hansinu er guðstænastan jólaaftanskvøld nakað heilt serligt.

 

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Túrurin í býlinginum á Ryggi í Miðvági bleiv so mikið rúgvismikil, at tað blivu tveir partar. Her er seinni partur av túrinum.
27-10-2025
Býlingurin á Ryggi er ein tættur býlingur við nógvum gomlum húsum, sum eru væl varðveitt. Tí er hann ein hugnaligur býlingur, og tey sum eru vaksin upp her hava góð minnir
20-10-2025
Stórhøllin við Tjarnir í Hoyvík hevur hýst nógvum stórum tiltøkum síðani hon læt upp
13-10-2025
Veteranarnir hjá TB og B71 vóru glaðir fyri at skriva søgu, tá teir í august spældu fyrsta veruliga fótbóltsdyst í Stóru Dímun og harvið kom fótbóltur til hesa oyggj
06-10-2025
Ein áhugaverd vitjan á Heilsuskúlanum, sum er ein lítil skúli, har øll viðkoma hvørjum øðrum
29-09-2025
Trý fólk, sum vuksu upp í Skansaøkinum í Havn, greiða frá barnaminnum í hesum býlinginum, sum er óvanliga nógv broyttur síðani teirra uppvøkstur
22-09-2025
Gomlu húsarhaldsnæmingarnir, sum vóru saman á húsarhaldsskúla í Haslev fyri 68 árum síðani, hittast framvegis á hvørjum ári og hava nógva gleði av hvørji aðrari
15-09-2025
Ofta verður Írland nevnd tann grøna oyggin. Søguliga hava vit nógv felags við Írland, hóas føroyingar yvirhøvur vita lítið um hetta grannalandið fyri sunnan
08-09-2025
Í Føroyahúsinum í Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn er altíð okkurt á skránni og fyri ymiskar aldursbólkar. Og har er semja um, at brúk er fyri einum Føroyahúsi har
09-06-2025
77 ára gamli Sámal Bláhamar hevur verið eldsál í føroyskari ferðavinnu síðani hann var ungur maður, og brennur framvegis fyri at vísa útlendingum okkara land
02-06-2025
Vápnaflutningurin var ein sera vandamikil sigling. Vórðu vit tiknir, eri eg vísir í at vit høvdu ikki yvirlivað, staðfestir Eli Hansen, slættanesmaður sum býr í Sandavági
26-05-2025
Fyri tey sum hava seyð er hetta ein spennandi tið av árinum. Vit eru túr saman við Jón Nónklett, bónda í Lamba, og hyggja at lembingini á Eystursíðuni út móti Mjóvanesi
19-05-2025