Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Tilhaldinum millum Bóla í Kollafirði
22-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag

Elvira Joensen er úr Leynum og hevur búð í Kollafirði síðani 1959. Hon situr í stovuni í Tilhaldinum millum Bóla og stoppar okkurt klæði. "Man treingir til at koma millum fólk viðhvørt", sigur Elvira, sum er ógviliga glað fyri Tilhaldið.

 

Øssur av Steinum spælir bobb saman við øðrum monnum hvønn mánadag. Hann heldur at Tilhaldið er eitt hent tiltak, men tað skuldi verið størri undirtøka millum menninar. Konurnar eru raskari at møta upp, sigur hann. Annars heldur hann at tað er meira samanhald í bygdini nú enn fyrr, og tað hevur ítróttin æruna av. Hann harmast um, at Kollafjørður seldi seg ov bíliga tá lagt varð saman við Tórshavnar Kommunu. M.a. hava eingi grundstykki verið at fingið í Kollafirði og tí er fólkatalið minkað.

 

Marjun Tjørnudal rokast í køkinum. "Fyri meg fer tíðin í Tilhaldinum annars við stokkum og práti um leyst og fast. Onkuntíð taka vit borðspøl", sigur Marjun. 

 

Trygvi Samuelsen greiðir í sendingini frá forsøguni til Tilhaldið og arbeiðnum at fáa eitt ellisheim. Upprunaliga savnaðu tey pengar til eitt ellisheim, og fólk og myndugleikarnir vóru hugað fyri tí. Tilhaldið kom burtur úr hesum arbeiðnum og eldsálin var Poula Christiansen, sála, sum var í bygdaráðnum í Kollafirði.

 

Karin Hansen búði í Kollafirði í 22 ár, men hesi seinastu árini hevur hon búð í Danmark. Nú býr hon í íbúð í Havn. Hon er ikki bilsin av at fólkatalið í Kollafirði er minkað, tí hon hevur fýra børn, sum øll royndu at fáa grundstykki í Kollafirði. Tað eydnaðist ikki og tí búgva øll aðra staðni í dag. Karin heldur at tað er hugaligt at øll eru glað fyri at síggja seg aftur.

 

75 ára gamli Levi Danielsen er í Tilhaldinum bæði mánadag og mikudag. "Sum pensjonistur hevur man ikki nógv at gera, men eg keði meg ongantíð", sigur Levi, sum er glaður fyri Tilhaldið og heldur at tað er umráðandi at fólk møta upp.

 

Torgerð Dam stendur fyri Tilhaldinum millum Bóla og hon staðfestir, at tað er fyrsta tilhald av sínum slag í landinum. Hon leggur dent á, at tað skal vera fjølbroytt virksemi í húsinum. Umframt boppspæl, kortspæl og prát, skipar leiðarin fyri sangi, bingo og at onkur kemur at siga frá upplivingum í lívinum. Og hon bakar regluliga í køkinum fyri at fáa tann hugnaliga luktin í húsinum.

 

Bergfríð Anthoniussen er úr Nesinum uttast á Válinum. Mamma hennara var úr Kollafirði og sjálv hevur Bergfríð trivist væl her. Tey búðu fyrst í Havn, men fluttu so til Kollafjarðar, tí her vóru húsini bíligari.

 

97 ára gamli Jens Christian Joensen er í Tilhaldinum hvønn mánadag. Honum dámar væl at bobba og at spæla kort. Hann býr í Sambýlinum inni í Firði, og har er hann fyri tað mesta í seingini, tí hann keðir seg, sigur hann. Jens Christian hevur annars verið sjómaður og tey seinastu 10 árini var hann við donskum nótaskipi. Annars hevur hann siglt nógv við norskum línuskipum og eisini íslendskum trolarum. Í 20 ár var hann við sama skipara.

 

Dánjal Pauli av Steinum hevur búð í Svøríki í 52 ár. Honum dámar væl at koma í Tilhaldið, nú hann vitjar í heimbygdini. Hann sigldi við svenskum skipum úti í verðini, tá hann búsetti seg í Svøríki. 

 

Simona Kristensen er hvønn tann einasta mánadag í Tilhaldinum. Hon heldur, at tað er umráðandi at pensjonistarnir í Kollafirði møta upp her, tí annars er vandi fyri at tey missa Tilhaldið. "Vit kundu verið nógv fleiri pensjonistar her. Tað er løgið, men summi halda seg blíva við at vera ov ung at koma, sjálvt tá tey eru yvir 90 ár", sigur Simona.

 

Høgni Joensen er í Tilhaldinum bæði mánadag og mikudag og her gongur tíðin væl. Tá hann verður spurdur, sigur hann, at tað eru ikki so nógvar kollfarðasøgur longur at hoyra. "Fyrr fingu kollfirðingar skyldina fyri alt. Men veruleikin er tann, at teir stóru orginalarnir í bygdini eru burtur", sigur Høgni. 

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.

Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.

Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.

Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.

Í Føroyahúsinum í Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn er altíð okkurt á skránni og fyri ymiskar aldursbólkar. Og har er semja um, at brúk er fyri einum Føroyahúsi har
09-06-2025
77 ára gamli Sámal Bláhamar hevur verið eldsál í føroyskari ferðavinnu síðani hann var ungur maður, og brennur framvegis fyri at vísa útlendingum okkara land
02-06-2025
Vápnaflutningurin var ein sera vandamikil sigling. Vórðu vit tiknir, eri eg vísir í at vit høvdu ikki yvirlivað, staðfestir Eli Hansen, slættanesmaður sum býr í Sandavági
26-05-2025
Fyri tey sum hava seyð er hetta ein spennandi tið av árinum. Vit eru túr saman við Jón Nónklett, bónda í Lamba, og hyggja at lembingini á Eystursíðuni út móti Mjóvanesi
19-05-2025
Skálabúðin, sum var av elstu klædnahandlum í Havn, var ein familjufyritøka. Men tá eingin var at taka við, hildu tey uppat fyri átta árum síðani
12-05-2025
Lovisa Luðvíksdóttir í Hvalba hevur m.a. siglt sum verksmiðjuleiðari við norskum trolara, og tey vóru í nánd tá kjarnorkudrivni kavbáturin Kursk sakk og 118 mans doyðu
05-05-2025
Kendi lokali blaðstjórin í Klaksvík, Oliver Joensen, hevur verið eldsálin í nógvum verkætlanum og hann er framvegis virkin
28-04-2025
Klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen, sum býr í Fámjin, hevur nógv áhugamál. Ikki minst at ferðast og læra fremmandar mentanir at kenna
14-04-2025
Seinast í hesum mánaðinum hevur Meinhard Hentze havt handil í Skúgvi í samfull 50 ár. Tá gevst hann og snarar lykilin um, og so er eingin handil í Skúgvi
07-04-2025
Jørleif Kúrberg fortaldi nógvar stuttligar søgur úr gomlu Havnini í Tórshavnar Kvøldskúla. Hesaferð hevði hann systkinabarnið Kem Poulsen við
31-03-2025
Jørleif Kúrberg var ótømandi fyri stuttligar søgur úr gomlu Havnini og honum dámdi sera væl at siga frá. Í hesum partinum hoyra vit Jørleif og Rasmus Rasmussen siga frá
24-03-2025
Jørleif Kúrberg var ótømandi fyri stuttligar søgur úr gomlu Havnini. Á søgukvøldum hjá Tórshavnar Kvøldskúla fyri nøkrum árum síðani kom hann við nógvum stuttligum søgum
17-03-2025