Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í egningarskúrunum á Stongunum í Klaksvík
29-01-2024
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar

Hóast vit um dagarnar hava hoyrt fiskifrøðngar boðað frá, at støðan hjá toskastovninum undir Føroyum er alarmerandi, fáa útróðrarbátarnir í Klaksvík nógvan fisk tá teir eru sleppa út fyri veður. Teir hava eisini fingið nógvan og góðan tosk.

 

Sagt verður at úrslitið av yvirlitstrolingini hjá Havstovuni hevur víst, at gýtingarstovnurin av toski er ein triðing av tí sum lágmarkið er fyri gýtingarstovnin. Og altjóða havrannsóknarstovan ICES heldur, at út frá hesum tølum áttu Føroyar at steðgað við toskafiskiskapi á landgrunninum í ár og næsta ár.

 

Men fleiri útróðrarbátar í Klaksvík høvdu verið úti, tá "Við Tórði á túri" vitjaði egningarskúrarnar á Stongunum hósdagin. Vit hittu skipararnar á Norðsøka, Bragd, Dalsenni og Stakkaberg. Teir høvdu fingið upp í 200 pund upp á stampin og tað er gott. Teir eru allir á einum máli um, at útróðrarbátarnir hava so ikki uppfiskað nakran toskastovn, tí teir eru so fáir eftir og tað avmarkar seg sjálvt.

 

-Tað er í lagi at gýtingarpláss verða friðað, men tað má gerast við skili. Tað er burtur við at friða inni við land, tí toskurin kemur ikki úr fjøllunum. Vit vita at hann kemur uttanífrá og verður nakað gjørt, má tað verða longur úti, sigur Oddmar Niclasen, skipari á Bragd, sum er væl nøgdur við fiskiskapin. Hann heldur at hitalagið í sjónum hevur alt at siga. Fiskurin er onku staðni, men hann tekur ikki húkin fyrr enn sjógvurin verður kaldur. Og Oddmar heldur lítið um kvotaskipan ístaðin fyri fiskidagar, tí hann hevur fiskað undir kvotaskipan og tá verður bara tann stóri fiskurin tikin. So tað verður kaos við kvotaskipan, heldur hann. 

 

Skiparin á Dalsenni, 21 ára gamli  Johannes Nybo, sigur, at teir fáa mest tosk. Í dag høvdu teir 7.00 pund og fingu góðar 25 kr. fyri kilo ímiðal. Johannes igur, at nógvur toskur er fullur av nebbasild. "Teir fáu  fullriknu útróðrarbátarnir, sum eru eftir í Føroyum, kunnu so ongantíð fiska stovnin upp. Norðhavið fær frið í fleiri vikur tá illveður er, so tað avmarkar seg sjálvt", sigur Johannes Nybo, ið hevur ein dreym um at fáa størri bát. Dalsenni er 42 føtur glastrevjabátur.

 

Andru Poulsen, skipari á Stakkabergi, er ovfarin av niðurstøðuni hjá fiskifrøðingunum um toskastovnin. Stakkaberg er júst komin inn við 9.000 pundum og tað mesta er toskur. "Vit fáa ikki logið okkum frá hesum. Vit hava fingið meira tosk í ár enn vit fingu í fjør. Og hann er væl fyri og vit fáa allar støddir. Tað plagar at vera gott tekn", sigur Andru, ið heldur at hitalagið í sjónum er alt avgerandi.

 

Norðsøki brúkar ikki gággu sum agn, men høgguslokk og makrel. Tí er veiðan hjá teimum aftur í dag mest hýsa. Skiparin á Norðsøka, Heri Vang, sigur, at hýsuprísurin var lágur beint eftir nýggjár, men nú er hann komin upp aftur har hann var áðrenn. "Eg fari ikki at siga fiskifrøðingunum ímóti viðvíkjandi toskastovninum, men útróðrarbátarnir hava so ikki uppfiskað nakran stovn. Vit eru nógv skerdir hesi seinastu árini, og eftir henda túrin hevur Norðsøki bara 58 fiskidagar eftir í ár", sigur Heri.

 

Alfred Eliasen er pensionistur, men hann hevur bát og skúr á Bollafabrikkini á Stongunum, og skúrurin hjá Alfredi er væl umtóktur sum kaffistova á Stongunum. "Vit samlast her tá eingin útróður er og her drekka vit kaffi og fáa nógv hugnalig prát. Her tosa vit ikki um fólk, men við fólk", sigur Alfred. Sum smádrongur gekk hann eisini nógv millum útróðrarmenninar á Stongunum og hann sigur, at útróðrarskúrarnir Stongunum eru framvegis hjartað í Klaksvík.

 

Í sendingini hitta vit eisini fleiri onnur fólk í egningarskúrunum. Tey eru Bent Johnny millum Garðarnar, Palli Mellemgaard, Jógvan Mellemgaard, Líggjas Bjartalíð, Dániel Kalsø, Elisabeth Nybo og Jákup Skoradal.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Rasmus Joensen er ein av teimum, sum gera eitt stórt arbeiði fyri at varðveita okkara gomlu kvæðamentan. Vit hitta hann í sambandi við eina kvæðastevnu fyri fólkaskúlanæmingar
10-02-2025
89 ára gamli Gullberg Gullfoss, bíggjarmaður í Hoyvík, minnist á góðar og gamlar dagar í Bø, Hoyvík og á Bacalao, har hann var arbeiðsformaður í mong ár
03-02-2025
Frá barni av var stóri dreymurin at sleppa til skips og hann hevur upplivað nógv á sjónum. Nú Akki Heinesen verður 73 ár, er tað seyðuri sum fer við mestu tíðini
27-01-2025
Jóna Hammer úr Oyndarfirði, sum fylti 100 ár nú 1. januar, hevur greiðir frá bæði góðum og syrgiligum hendingum í sínum langa lívi
20-01-2025
87 ára gamli Martin Juul Jarnskor í Norðragøtu var ikki fyri at GÍ og LÍF løgdu saman og blivuí Víkingur. Hesum og einum hendingaríkum sjólívi greiðir hann frá í sending
13-01-2025
83 ára gamli Hilmar Heinesen, ið var elsti deyvi føroyingurin tá, sigur frá sínum lívi. Sendingin var fyrstu ferð í Útvarpinum í 1994
06-01-2025
Jákup Matras veit nógvum at siga frá eftir eitt arbeiðslív í SEV í meira enn eina hálva øld
29-12-2024
Jákup Matras hevur upplivað nógv í arbeiðnum hjá SEV í meira enn hálva øld. Fyrst sum linjumaður og tey seinnu árini hevur hann fyri tað mesta monterað stýringar
22-12-2024
Granskarar, bæði føroyingar og útlendingar, skulu finna út av hvussu Koltur og alt livandi í oynni uppførir seg, ikki minst uttan seyðabit. Allir skúlanæmingar skulu sleppa út
11-11-2024
Aftur í hesum partinum greiðir Sjúrður Joensen frá ymiskum viðurskiftum í ættarbygdini Koltri, sum uttan iva er ein landnámsbygd
04-11-2024
Koltur er ein lítil og spennandi oyggj, sum helst er landnámsbygd. Í gamlari tíð var Koltur eitt liviligt pláss, tí oyggin gav nógv og stutt var at rógva út á fiskimiðini
28-10-2024
Systkini Myrtley og Jens av Nesi í Vági, sum nú eru 100 og 102 ára gomul, eru nærmastu grannar og hava stóra gleði av hvørjum øðrum. Tey hava búð í Íslandi síðani fýratiárini
21-10-2024