Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á kvinnudegnum
11-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.

Stóra kvinnutiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sjálvan kvinnudagin var aftur í ár og har umrøddu kvinnur við ymsum sjónarmiðum aktuell evni. Onnur evni í hesum túrinum eru spennandi framsýninguará Tjóðsavninum í Hoyvík, stórt tiltak í Havnar kirkju við evninum "Kirkjan og kvinnurnar" og samrøða um seinastu gandakellingina í Føroyum,  

 

Høvuðsevnini í Fuglafirði vóru spurningurin um fría fosturtøku eftir at bókin "Abort - grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv" júst er komin út, og  stóri spurningurin er hvat vit gera, nú framrokningar meta at tað um fá ár fara at mangla 1.500 fólk umsorganarøkinum, t.v.s. á heilsuøkinum, barnaansingini  og eldraøkinum. Ein niðurstøða var, at betri javnstøða á arbeiðsmarknaðinum kann hjálpa. 

 

Kvinnurnar, sum vit hoyra á hesum túrinum, eru: Sólrun Michelsen, Birita Matras Petersen, Katla Heðinsdóttir, Rannvá Winkler, Margretha Nónklett, Steintóra G. Joensen, Armgarð Arge, Lillian Jacobsen, Leila Hansen, Nicolina Højgaard, Rønn Eliasen, Elisa Vang, Óluva í Gong, Hansa Hansen, Rósa Tyril  Gaardlykke, Beata Reinert Hansen og Kristina Gry Berg.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.

Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.

Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.

Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.

Fyri tey sum hava seyð er hetta ein spennandi tið av árinum. Vit eru túr saman við Jón Nónklett, bónda í Lamba, og hyggja at lembingini á Eystursíðuni út móti Mjóvanesi
19-05-2025
Skálabúðin, sum var av elstu klædnahandlum í Havn, var ein familjufyritøka. Men tá eingin var at taka við, hildu tey uppat fyri átta árum síðani
12-05-2025
Lovisa Luðvíksdóttir í Hvalba hevur m.a. siglt sum verksmiðjuleiðari við norskum trolara, og tey vóru í nánd tá kjarnorkudrivni kavbáturin Kursk sakk og 118 mans doyðu
05-05-2025
Kendi lokali blaðstjórin í Klaksvík, Oliver Joensen, hevur verið eldsálin í nógvum verkætlanum og hann er framvegis virkin
28-04-2025
Klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen, sum býr í Fámjin, hevur nógv áhugamál. Ikki minst at ferðast og læra fremmandar mentanir at kenna
14-04-2025
Seinast í hesum mánaðinum hevur Meinhard Hentze havt handil í Skúgvi í samfull 50 ár. Tá gevst hann og snarar lykilin um, og so er eingin handil í Skúgvi
07-04-2025
Jørleif Kúrberg fortaldi nógvar stuttligar søgur úr gomlu Havnini í Tórshavnar Kvøldskúla. Hesaferð hevði hann systkinabarnið Kem Poulsen við
31-03-2025
Jørleif Kúrberg var ótømandi fyri stuttligar søgur úr gomlu Havnini og honum dámdi sera væl at siga frá. Í hesum partinum hoyra vit Jørleif og Rasmus Rasmussen siga frá
24-03-2025
Jørleif Kúrberg var ótømandi fyri stuttligar søgur úr gomlu Havnini. Á søgukvøldum hjá Tórshavnar Kvøldskúla fyri nøkrum árum síðani kom hann við nógvum stuttligum søgum
17-03-2025
Petur Martin Petersen í Fuglafirði er ein samlari av Guds náði, og í dag tosa vit við hann um hansara privatu søvn - bæði bíbliu-, bóka- og listasavnið
10-03-2025
Jóhanna Petersen í Saltnesi, sum leygardagin fylti 100 ár, býr einsamøll í húsi og klárar seg sjálv
03-03-2025
Leon Sólheyg í Klaksvík fór sum 14 ára gamal yvir á Flemish Kap við saltfiskalínuskipinum Borðoyarnesi. Hann sigur livandi frá hesum kapitli í lívinum
24-02-2025