- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

91 ára gamli Petur Jacob Sigvardsen hevur í sínum mongu bókum væl og virðiliga lýst heimbygdina Gjógv og lívið har. Høvuðsverkið hjá honum eru tær fimm bøkurnar "Torvið í Føroyum". Við tilsamans 2.000 blaðsíðum lýsir hann torvmentanina í Føroyum.
Hann hevur skrivað um so mong evni, men vit kunnu nevna bøkurnar "Hin heimurin" - um yvirnátúrlig fyribrigdi, sum nógv fólk kring landið hava upplivað, og hann hevur givið tríggjar bøkur út undir heitinum "Mær er sagt um ein stað" við sálmum og sangum. Har eru tilsamans 402 sálmar og sangir, 252 sum hann sjálvur hevur yrkt og 150 týddir.

Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.
Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.
Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.