Við Tórði á túri

Húsbóndin í gulu húsunum
13-01-2025
87 ára gamli Martin Juul Jarnskor í Norðragøtu var ikki fyri at GÍ og LÍF løgdu saman og blivuí Víkingur. Hesum og einum hendingaríkum sjólívi greiðir hann frá í sending

Fótbóltslívið í Gøtu hevur fylt nógv og fyllir framvegis nógv í lívinum hjá 87 ára gamla norðragøtumanninum Martin Juul Jarnskor. Hesum greiðir hann frá í sendingini, og hann greiðir eisini frá sínum dramatisku upplivingum á sjónum.


Kona Martin Juul, Henny, vaskaði øll klæðini hjá GÍ-leikarunum og hon hevði átta snórar runt um húsini, har allir teir gulu búnarnir hingu til turkingar. Tí fekk heimið hjá teimum navnið gulu húsini. Hjúnini áttu harafturat ein stóran part av GÍ-liðnum, tí allir synirnir spældu við. Martin Juul sigur, at íslendingurin Gisli, ið var venjari hjá GÍ í nøkur ár, var rætti maðurin felagið fekk fatur á.

 

-Tað er eingin ivi, at Gísli Magnusson úr Vestmannaoyggjum, sum var venjari hjá GÍ frá 1976 til 80, eigur størstu æruna av at fótbólturin í Gøtu hevur klárað seg so væl síðani. Eingin hevði kunnað gjørt honum tað eftir. Men Jóhan Petur Poulsen, sum nú er venjari, hevur sanniliga eisini klárað tað væl, sigur Martin Juul, sum avgjørt var ímóti at leggja fótbóltsfeløgini GÍ og LÍF saman. Hann heldur at GÍ kláraði seg so mikið væl, at tað var óneyðugt at leggja saman við felagnum hinumegin fjallið. Men fyri tað stuðlar hann kortini Víkingi líka nógv. Hann er framvegis dagliga  niðri á vøllinum og hyggur eftir venjingum.

 

Martin Juul er upphavsmaður til vinarlag millum Gøtu og seinni Eysturkommunu og Vestmannaoyggjar. Fólk úr báðum støðum hava fleiri ferðir vitjað hjá hvørjum øðrum og búð hjá privatfólki, og ein barr í Vestmannaoyggjum er uppkallað eftir norðragøtumanninum.


Í útvarpssamrøðuni greiðir hann eisini frá skelkandi hendingum á sjónum. M.a. tá eldur kom í línuskipið Gøtunes og allir menn blivu bjargaðir, og eisini tá teir vóru illa staddir umborð á gamla Skálabergi. Og ein hægri hond var eisini við, tá hann tvær ferðir var illa staddur, tá hann fiskaði gággu á Gøtuvík.

 

-Tað er yvrhøvur eingin ivi. Fleiri ferðir hevur ein hægri hond verið yvir mær og bjargað mær á sjónum og tað eri eg takksamur fyri, sigur Martin Juul Jarnskor.
 

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Jørleif Kúrberg var ótømandi fyri stuttligar søgur úr gomlu Havnini. Á søgukvøldum hjá Tórshavnar Kvøldskúla fyri nøkrum árum síðani kom hann við nógvum stuttligum søgum
17-03-2025
Petur Martin Petersen í Fuglafirði er ein samlari av Guds náði, og í dag tosa vit við hann um hansara privatu søvn - bæði bíbliu-, bóka- og listasavnið
10-03-2025
Jóhanna Petersen í Saltnesi, sum leygardagin fylti 100 ár, býr einsamøll í húsi og klárar seg sjálv
03-03-2025
Leon Sólheyg í Klaksvík fór sum 14 ára gamal yvir á Flemish Kap við saltfiskalínuskipinum Borðoyarnesi. Hann sigur livandi frá hesum kapitli í lívinum
24-02-2025
Karl Vidtfeldt á Sandi hevur í eina hálva øld verið eldsál í B71, Sandoyar Ítróttafelag.
17-02-2025
Rasmus Joensen er ein av teimum, sum gera eitt stórt arbeiði fyri at varðveita okkara gomlu kvæðamentan. Vit hitta hann í sambandi við eina kvæðastevnu fyri fólkaskúlanæmingar
10-02-2025
89 ára gamli Gullberg Gullfoss, bíggjarmaður í Hoyvík, minnist á góðar og gamlar dagar í Bø, Hoyvík og á Bacalao, har hann var arbeiðsformaður í mong ár
03-02-2025
Frá barni av var stóri dreymurin at sleppa til skips og hann hevur upplivað nógv á sjónum. Nú Akki Heinesen verður 73 ár, er tað seyðuri sum fer við mestu tíðini
27-01-2025
Jóna Hammer úr Oyndarfirði, sum fylti 100 ár nú 1. januar, hevur greiðir frá bæði góðum og syrgiligum hendingum í sínum langa lívi
20-01-2025
87 ára gamli Martin Juul Jarnskor í Norðragøtu var ikki fyri at GÍ og LÍF løgdu saman og blivuí Víkingur. Hesum og einum hendingaríkum sjólívi greiðir hann frá í sending
13-01-2025
83 ára gamli Hilmar Heinesen, ið var elsti deyvi føroyingurin tá, sigur frá sínum lívi. Sendingin var fyrstu ferð í Útvarpinum í 1994
06-01-2025
Jákup Matras veit nógvum at siga frá eftir eitt arbeiðslív í SEV í meira enn eina hálva øld
29-12-2024