- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Jóhanna Petersen í Saltnesi, sum leygardagin fylti 100 ár, býr einsamøll í húsi og klárar seg sjálv. Hon býr í Skúla í Saltnesi, har gamli skúlin í Saltnesi var frá 1845. Hon giftist inn í barnaheimið hjá manninum Jóhannesi Ingvardi fyri 75 árum síðani og her býr hon framvegis.
Jóhanna er ættað av Strondum. Hon var fýra ár tá mamman doyði í barsilssong, og Jóhanna fór fyrst til ommuna og abban á Tvøroyri at vera. Níggju ára gomul fór hon til skyldfólk á Húsum at vaksa upp, og har var hon búði til hon var 15 ár. Tá fór hon út aftur á Strendur.
Jóhanna giftist inn í barnaheimið hjá manninum Jóhannesi Ingvard í Saltnesi fyri 75 árum síðani og har býr hon framvegis.
-Eg havi altíð trivist væl her og eg eri væl nøgd við alt, sigur Jóhanna Perersen, sum helt stóran 100 ára føðingardag á Svangaskarði leygardagin 1. mars. Hon hugsar lítið um sín aldur, men viðgongur tó, at hon dugur illa at venja seg við at hon nú er 100 ár.
