- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Meðan Petur Martin Johannesen gekk berføttur á ferð í Marokko, kom hann í samband við fólk sum hava gingið nógv í Sahara oyðimørkini. Hann fekk spennandi frásagnir um henda langa túrin, ið tekur 50 samdøgur. Tá vaknaði dreymurin um at ganga gjøgnum Sahara, berføttur.
Trupulleikin er bara, at nú er tað so nógvur kriminalitetur í økinum og tí er tað vandamikið at ganga har, serliga fyri útlendingar. Tí verður tað fyribils framvegis ein dreymur, men hann hevur vónir um at tað einaferð fer at eydnast.
Klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen, sum er lærari og leiðari fyri Musikkskúlan í Vági og hevur keypt hús í Fámjin, hevur altíð havt útferðarlongsul og hann hevur verið ótaldar túrar úti í heimi. Honum dámar ógviliga væl londini í Miðeystri og serliga í Iran, har mentanin og tað sera fyrikomandi fólkið hugtekur hann.
Hann er eisini hugtikin av Ytru Hebridunum, har hann var eitt heilt summar. Tað eydnaðist honum m.a. at koma út í forvitnisligu oynna North Rona, har einki fólk býr, men har hava fólk búð fyri fleiri hundrað árum síðani. Ytru Hebridurnar minna eitt sindur um Føroyar, hóast týðandi munir eru.
Petur Martin sigur, at Fámjin hevur alt sum ein føroysk dreymabygd eigur at hava. Ikki minst friðin.
Petur Martin hevur fingið sær hønur, og hann hugsar nógv um hvat hann etur.
Lurta eftir sendingini her.

Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.
Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.
Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.