- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

75 ára gamla Lovisa Luðvíksdóttir í Hvalba, sum er ættað úr Íslandi, hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hon og maðurin Magnar Ellendersen úr Hvalba komu at kennast sum ung á Akranesi, og Lovisa kom til Føroya fyrstu ferð sum 16 ára gomul.
Lovisa Luðvíksdóttir, vanliga nevnd Lullan, sigur, at tað var gott at vera barn á Akranesi, har hon vaks upp. Har vóru trý flakavirkir, og sum ung lærdi hon á tí stóra flakavinum, samstundis sum ungi hvalbingurin Magnar Ellendersen sigldi við skipi av Akranesi. Tey komu at kennast blaðung og longu sum 16 ára gomul kom hon fyrstu ferð til Hvalbiar. Síðani 1969 hevur Lovisa búð í Hvalba.
Eftir at hon kom til Føroya, arbeiddi Lovisa fyrst á Bacalao í Havn, har hon lærdi tey at pakka 5-pund til Coldwater. Síðani arbeiddi hon á flakavirkinum í Hvalba.
Eftir tað fór Lovisa at sigla við norska verksmiðjutrolaranum Ole Sætremyr, har maðurin Magnar eisini var við. Hon bleiv leiðari á verksmiðjuni umborð. Hetta dámdi henni sera væl.
12. august í 2000 upplivdu tey eina stóra vanukku í Barnetshavinum. Ole Sætremyr var staddur á leiðini, har kjarnorkurikni russiski kavbáturin Kursk kom í havsneyð og sakk 12. august í 2000. Øll manningin, 118 fólk, doyði.
-Vit kundu havt bjargað fleiri mannalívum. Vit bjóðaðu okkum til at liggja sum eitt hjálparskip og taka upp tað, sum flotnaði upp frá kavbátinum. Men teir vildu ikki hava hjálp, sigur Lovisa, ið framvegis harmast um hesa syrgiligu vanlukku.
Tíðin tá toskakríggið var millum norðmenn og íslendingar í Loynikrókinum var serlig fyri Lovisu. Viðhvørt virkaði hon sum tulkur uppi á brúnni, so at norðmenninir kundu skilja hvat íslendingar søgdu í sendaranum. Lovisa heldur framvegis, at íslendingar høvdu rætt at fiska í Loynikrókinum, tí tað var altjóða havøki.
Saman við manninum Magnari hevur Lovisa fleiri ferðir verið við á sjómannatúrinum við Norrønu og Mortani Johannesen, sála, yvir á Eysturlandinum í Íslandi. Og sjálv hevur hon eisini havt ein dreym um ein annan túr yvir á Eysturlandið, sum kortini ikki er blivin veruleiki enn. Talan er um ein berjatúr, har eitt ferðalag kann fara yvir á Eysturlandið at henta ber, tí á Eysturlandinum eru berini bæði nógv og góð, sigur hon.

Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.
Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.
Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.