- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Sámal Bláhamar er kendur sum ein veteranur í føroyskari ferðavinnu. Nú er hann 77 ára gamal og hann hevur alt lívið verið knýttur at ferðavinnuni um summarið. Í mong mong ár hevur hann rikið egið virki, og hann er framvegis virkin í vinnuni. Og Sámal hevur verið undangongumaður á ymiskum økjum.
Ein minnisrík hending fór fram í Reykjavík, tá amerikanski forsetin Ronald Reagan og russiski forsetin Mikhail Gorbachev hittust til toppfund í oktober 1986. Í stóru limusinuni hjá Sámali koyrdi føroyska pressan so væl, at teir koyrdu heilt út til Air Force One flogfarið hjá amerikanska forsetanum
.
Millum mongu útlendsku gestirnar Sámal hevur havt í Føroyum, hava eisini verið kongaligir gestir. M.a. skipaði hann fyri einari stuttari vitjan hjá svenska konginum Carl Gustaf, sum steðgaði í Vágum í fýra tímar á veg av veiðiferð í Íslandi saman við vinmonnum.
Sámal Bláhamar hevur altíð verið nógv upptikin av hendingini, tá týskur kavbátur søkti sluppina Union Jack undir seinna heimskríggi, og manningin róði í lítlum báti til Hebridurnar og varð bjargað. Pápi Sámal, Fredrik Bláhamar, skrivaði ein bókling um hendingina, ið nú er komin á breddan sum ein filmsverkætlan. Her eigur Sámal eisini sín leiklut.

Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.
Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.
Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.