Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Edinburgh
01-06-2026
Tað er eisini ein náttúruuppliving at vitja skotaska høvuðsstaðin Edinburgh, og føroyingarnir vit hitta á hesum túri, hava nógv gott at siga um Edinburgh

-Hetta er ein deiligur býur. Fólk eru fitt. Eg havi einki ring at siga um Skotland, sigur Vivian Wraae úr Havn, sum búði mong ár í Aberdeen og hesi seinastu sjey árini hava hon og maðurin Graham búð í Edinburgh.

 

Graham Stewart heldur tað var keðiligt at Bretland fór úr ES, tí tað hevur skapt nógvar trupulleikar fyri fólkið. Í Skotlandi var stórur meiriluti, 60 prosent av fólkinum, ímóti at fara úr ES, men tí lurtaðu politikararnir í Westminister í London ikki eftir.

 

-Tað er sjón fyri søgn hvussu býtt tað var at fara úr ES. Tað hevur skapt nógvar trupulleikar, tí fólk skulu alla gjøgnum passeftirlit og tollur er á øllum vørum. Hetta áttu vit at sæð frammanundan, heldur Graham, sum tó ikki er fyri at Skotland fer úr Stóra Bretlandi. Sum skotskan borgara kennir hann seg sum bretskan borgara. Hóast alt dámar honum væl bretska felagsskapin.

 

Sjávt um Erika Hayfield hevur búð mong ár í Føroyum, hevur hon bæði gingið í fólkaskúla, lisið á Universitetinum og seinni undirvíst á Universitetinum. Hon hevur búð í Edinburgh í tilsamans 22 ár og hevur eitt stórt hjarta fyri býnum.

 

-Søguliga er Edinburgh serliga áhugaverdur býur, og arkitektururin minnir um Athen. Tí verður Edinburgh ofta róptur "Athens of the North", sigur Erika Hayfield.

 

Ásla Heimustovu og Asta av Vollanum gagnnýta teir fýra dagarnar tær eru í Edinburgh. M.a. eru tær upptiknar av heiminum uttan um Harry Potter, sum merkir nógv tann gamla býarpartin. Tær siga, at børnini heima ynskja sær onkur Harry Potter-ting, og tí hava báðar keypt børnunum gandastavar.

 

Graham Stewart fortelur eina serliga forvitnisliga og ókenda søgu. Um Honnu Hammershøj, sum fór úr Víkabyrgi til Skotlands sum blaðung og kom ongantíð heimaftur, Hon hevði ein lítlan handil tætt við norsku sjómanskirkjuna í havnabýnm Leith, sum nú er partur av Edinburgh, og hon hjálpti so mongum ið høvdu brúk fyri hjálp, at hon fekk heitið "Eingilin úr Leith". Hanna doyði 99 ára gomul.

 

Tey, sum tosað verður við í sambandi við henda túrin í Edinburgh, eru: Ian Strachan, arbeiðsmaður uppi á borgini, Vivian Wraae, Graham Stewart, Erika Hayfield, Ásla Heimustovu og Asta av Vollanum.

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Tilsamans 16 ymiskar standmyndir eru í Klaksvík, og Rani Nolsøe, ferðaleiðari, hevur gjørt túrar við fólki millum standmyndirnar. Í dag er hann túr við okkum og greiðir frá
09-03-2026
Á Fróðskaparsetri Føroya, okkara universiteti, hendir so mikið nógv dagliga, at túrurin har bleiv í trimum pørtum. Her er triði og seinasti partur.
16-02-2026
Fróðskaparsetur Føroya hevur nógv jørn í eldinum, samstundis sum eitt Kampus til Setrið verður fyrireikað á Frælsinum í Havn
09-02-2026
Fróðskaparsetur Føroya, sum hevur 60 ár á baki, hevur nú 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og umleið 170 starvsfólk
02-02-2026
Eisini býlingurin í Krotugrøvini í Klaksvík hevur sína søgu. Hann er uppkallaður eftir virksemi hjá Gamla Klaksvíkshandli
26-01-2026
Fjallatúrur stytsta dag í árinum hevur verið fastur táttur hesi seinastu árini, og ongantíð hava so nógv fólk verið við sum hesaferð. Tey vóru omanfyri hundrað í tali
19-01-2026
Jól eru í hondum og nógv í samfelagnum er merkt av tí. Tað er túrurin í dag eisini. Vit eru ikki sum vanligt í einum ávísum staði, men hoyra um jólafyrireiking ymsa staðni
15-12-2025
Áhugavert at vera saman við aktivitetstoyminum í Tórshavnar Kommunu og hoyra um teirra virksemi fyri búfólkunum á teimum ymsu heimunum
08-12-2025
Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe hava havt úr at gera síðani teir lótu Tvøroyrar Skjalasavn upp og bjóðaðu øllum at koma við tilfari
01-12-2025
Býlingurin á Konmansmýru í Havn er ein væl umtóktur býlingur. Húsini verða ofta seld áðrenn tey koma á sølulista
24-11-2025
Hanus Jensen hevur seinastu 26 árini smíðað føroyskar bátar og verið við at smíðað víkingabátar á Víkingasavninum í Roskilde
17-11-2025
Heystið royndist framúr væl í Tjørnuvík í ár. Menn vita ikki at siga frá so góðum seyði úr haganum sum í ár. Nógv lomb komu upp um 50 pund
10-11-2025