- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Hvannasund er kend fyri at hava nógvar fiskimenn og útróðrarmenn, men nú er nærum eingin útróður eftir.
Ein av teimum fáu, sum framvegis rógva út úr Hvannasundi, er Gundur Sørensen. Hann siglir yviri í Noregi og rør út, tá hann er heima. Hann og konan hava júst keypt hús í Hvannasundi.
Absalon í Buð, vanliga nevndur Pimmi, er fróðarmaður og hann greiðir frá ymiskum viðurskiftum í Hvannasundi.
88 ára gamla Ruth Sørensen hevur síðani fyrst í fimtiárunum givið æðunum hvønn tann einasta dag. Hon býr beint við sjógvin og æðurnar koma hvønn dag til húsini. Sonurin Marius , ið siglir við Sam, kemur dagliga norður við fóðuri at geva æðunum.
Ungu hjúnini Signa og Alvin Andersen halda, at Hvannasund er eitt satt paradís. Tey harmast um, at bygdin kom í ringt orð, bara tí at foreldur bóðu um hjálp. Hvannasund er avgjørt ikki øðrvísi enn aðrar bygdir, siga tey bæði.
Livar Nysted eigur fleiri heimsmet sum havrógvari. Hann er hvannasundsmaður um ein háls, og ein part av tíðini brúkar hann at røkja sessin í bygdaráðnum.

Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.
Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.
Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.