Við Tórði á túri

Við Tórði á túri til roysnissteinar
15-10-2018
Bjørgfinnur Nielsen í Havn hevur í mong ár havt stóran áhuga fyri roysnissteinum og vit eru túr saman við honum og vitja nøkur høv

Saman við Bjørgfinni Nielsen vitja vit tað kenda Brynjumannaborð við Oyggjarvegin, á Skælingi, í Syðrugøtu, Norðragøtu, Fuglafirði, í Nesi í Hvalba og í Sumba og vit hitta eisini føroya sterkasta mann, ið ætlar sær at venja at lyfta høv ella roysnissteinar.


Tey sum eru við í sendingini eru:

Bjørgfinnur Nielsen, Dinna Svarthamar, Anfinnur Huusgaard, Bjarni Nielsen, Martin Juul Jarnskor, Petur Martin Petersen, John Berg, Aksal Poulsen

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Ein 99 ára gomul hevur júst endurnýggjað koyrikortið, 93 ára gamal er á floti og 96 ára gamal ger vakrar, útskornar fjallstavar
09-11-2026
86 ára gamli Rólvur Sivertsen í Norðdepli var nakrar mánaðir í 1955 húskallur í Niðristovu í Norðradali, og ta tíðina minnist hann sera væl
02-11-2026
Fyri júst 50 árum síðani, 23. oktober 1976, sakk ídnaðartrolarin Havaldan við Hetland og øll manningin varð bjargað. Tríggir av manningini greiða frá dramatisku tímunum
26-10-2026
Tyrlutænastan hjá Atlantic Airways er so mangt. Umframt at røkja rutuflúgving til útoyggjar tryggjar hon at Føroyar hava eina tilbúgving alt samdøgrið
19-10-2026
Umstøðurnar í Heygshaga eru nógv broyttar hesi seinastu árini, tí áseyðatalið varð minkað ein fjórðing. Tey eru væl nøgd, tí seyðurin er nógv betri nú enn fyrr
12-10-2026
Hovbingar eiga Tjaldavíkshólm, sum er í Tjaldavík beint sunnanfyri Øravík. Hólmurin er 75.000 fermetrar til víddar og er millum 50 og 100 metrar úti á víkini.
05-10-2026
Fuglfirðingurin Jógvan Julius Joensen, sum frá ungum árum búði í Gilleleje, upplivdi sjálvur víða gitnu hendingina, tá 60-80 jødar krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju
28-09-2026
95 ára gamli Jóan Pauli Næs úr Nesi í Hvalba greiðir frá barnaárum, sjólívi og øðrum, og vit vitja hansara barnaheim úti í Nesi
21-09-2026
Nógv halda, at garðaskøran er blivin ein umhvørvistrupulleiki í Føroyum, tí hon veksir so væl og trokar annan vøkstur burtur har hon er. Skipað verður fyri týningartiltøkum
29-06-2026
Við jøvnum millumbilum, umleið 14 dagar ímillum, verður skipað fyri døgurða við føroyskum rættum fyri eldri monnum í Klaksvík. Hugsað verður m.a. um einkjumenn
22-06-2026
Fyri hálvari øld síðani varð fyrsta træið í viðarlundini í Leirvík, Limmulund, sett niður. 50 ára ára dagurin 9. juni bleiv serligur fyri tey avvarðandi hjá Oliviu Joensen
15-06-2026
Ein av fyritøkunum, ið bleiv stovnað í 1800-talinum, er S.P. Petersen í Fuglafirði, sum einaferð hevði 400 fólk í arbeiði. Gomlu handilshølini eru nú prýði fyri ferðafólk
08-06-2026