- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trimpil

Í ár 1900 helt ein føroyskur studentur, ið kallaði seg fyri A. Jógvansson, eina heldur kritiska røðu, um Føroyar, fyri føroyingafelaginum í Keypmannahavn.
- Siðasøguliga og sivilatiónssøguliga er hetta ein áhugaverdur tekstur, sigur Jóan Pauli Joensen.
Ì sendingini gjøgnumganga vit røðuna við fólkalísvfrøðisligum brillum.
Brotini ið lisin vera, eru úr bókini "Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa", sum Jóan Pauli Joensen hevur latið úr honum.
Henda sendingin ið liggur á netinum, er sett saman av pørtunum 2 og 3 av røðini Trimpil
Myndirnar eru úr bókini "Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa"

Trimpil
Sending frá 2018.
Saman við fólkalívsfrøðinginum, Jóan Paula Joensen, gjøgnumganga vit ymiskar søguligar tekstir, við fólkalívsfrøðisligum brillum.