Trimpil

Trimpil (4:5)
30-08-2018
Sending við smávísindaligum søgum, sum fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen hevur savnað. Í hesu sending umrøða vit bókina Føroysk Hús frá 1932

Í hesu sending fara vit at hyggja at bókini Føroysk Hús, sum H C W Tórgarð gav í 1932 og nakrar tankar, um sama evnið, ið hann skrivaði í Varðanum í 1923.

Jóan Pauli skrivar í bók sínari, at tá tað kemur til føroyska byggi- ella húsasøgu, so er tað um tey gomlu føroysku húsini, at mest er skrivað. Tey sethúsini, sum fólk fóru at smíða sær frá seinast í 19. øld, tey er lítið ella einki skrivað um.

 

Klassiskt gamalt føroyskt húsasnið

 

Lítil áhugi fyri húsasniðinum
Danski fólkalívsfrøðingurin og søgumaðurin Holger Rasmussen brúkar ikki meira enn eina hálva blaðsíðu í parti sínum um føroyska húsabygging til hesi hús í stóra verkinum um Føroyar sum kom út í 1958. Tað, sum er komið eftir tað er eisini sera soltið, men annars eru hesi húsini bert nevnd so hissini.

Byggisøguliga hevur tað sostatt ikki verið sýnt hesum húsum tann stóri áhugin. Ein av teimum, sum leingi varð mettur at vera ein tann kønasti í norðuratlantiskari húsabygging, Daniel Bruun, hevði ikki áhuga í hesum nýggja byggisiði, hvørki í Íslandi ella í Føroyum, tað var tað gamla, sum hevði áhuga hansara. Tað, sum hann skrivar um húsabygging í Íslandi í 1928, eyðkennir eisini hansara manglandi áhuga fyri nýggari føroyskum húsasmíði.

- Ved i det hele taget at gaa bort fra Vægge af Jord og Sten og i Stedet anvende Trækonstruktioner eller i sjældnere Tilfælde Stenkonstruktioner, ja Cement, forsvinder den gamle islandske Bygningsskik samtidig, for at løses af lidet karakteristiske Bygningsformer, der ingensomhelst.Interesse har, hverken i kulturhistorisk eller kunstnerisk Henseende, skrivar Bruun.

 

Føroyskt húsasnið frá fyrst í 20indu øld. Húsini til vinstru hava trimpil, meðan húsini til høgru hava ongan trimpil. Trimpilin er meturin afturat, oman fyri daglig- og spísstovuvindeyguni, aðrenn takið byrjar at skrána.Tað varð mett fínari at hava trimpil.

 

Fyrsti føroyski arkitekturin var áhugaður

Tað kann kortini ikki sigast um føroyska arkitektin H. C. W. Tórgarð. Hann var kritiskur móti tí byggihátti, sum kom frá seinast í 19. øld, men tað var ikki húsunum í sjálvum sær, at hann var ímóti, men bert tí, sum ikki var gagnligt "eftir hansara hugsan" í hesum húsum, og tí hátti, tey vórðu sett inn í tað føroyska jørðildið.

Hann sá fyrst og fremst frameftir og ikki so nógv aftureftir, tó so, at hann mælti til at taka tað besta av tí gamla við inn í framtíðina í einum broyttum tillagaðum og hóskandi hami. Hann setti føroysk hús inn í eitt arkitektoniskt, fagurfrøðiligt funktionelt siðasøguligt høpi.

- Sjálvt um vit ikki eins og onnur fólk hava "nøkur stórminni í arkitekturinum og eiga ongar hundrað ára gamlar harraborgir at vísa á" men tó kann ikki tveitast heilt burt, at vit eiga bygging í Føroyum (ella serliga hava átt), ið kundi verið góð leiðbeining hjá nútíðar byggimeistarum, tá teir gera nakað av nýggjum ella serliga, tá bøtt verður um tað gamla. Og henda gamla bygging átti at verið tann grundleggjandi í allari nýbygging "sjálvsagt broytt eftir nútíðar brúki og nýtslu", skrivar H C W Tórgarð.

Lurta eftir sendingini har vit umrøða føroyskan byggusið, fyrst í seinastu øld.


 

Trimpil

Sending frá 2018. Saman við fólkalívsfrøðinginum, Jóan Paula Joensen, gjøgnumganga vit ymiskar søguligar tekstir, við fólkalívsfrøðisligum brillum. 
Sending við smávísindaligum søgum, sum fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen hevur savnað. Hesuferð umrøða vit húsalýsingar og húsbúnað í 30unum
07-09-2018
Sending við smávísindaligum søgum, sum fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen hevur savnað. Í hesu sending umrøða vit bókina Føroysk Hús frá 1932
30-08-2018
Sending við smávísindaligum søgum, sum fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen hevur savnað. Seinni partur um røðuna sum A. Jógvansson helt í 1900
16-08-2018
Sending við smávísindaligum søgum, sum fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen hevur savnað. Fyrsti partur er um Panum og lívið í Føroyum í 1846
09-08-2018