- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tú manst vita frá mongum at siga

Í seinasta undanumfarinum kappast Eysturoyar dansifelag og Tøkum lætt. Tað eru trý fólk á hvørjum liði.
Fyri Eysturoyar dansifelag luttaka Kristian Jacobsen, Jón Rói Høgnesen og Jóannes Djurhuus. Fyri Tøkum lætt eru tað Elsy Joensen, Turið Sigurðardóttir og Roar Heini Olsen. Dómarin er Jónleif Johannesen.
Tú manst vita frá mongum at siga er ein spurnarkapping um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan.
Kappingin er millum átta dansifeløg. Kappingin er skipað við fýra undanumførum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.

Tú manst vita frá mongum at siga
Spurnakappingin "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan. Átta dansifeløg í landinum eru við í kappingini, sum er skipað við undanumførum, hálvfinalum og finalu. Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen eru vertir. Jónleif Johannesen og Rasmus Joensen hava gjørt spurningarnar.