- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tú manst vita frá mongum at siga

Átta dansifeløg hava verið við í dansikappingini. Fýra feløg eru eftir, nú farið verður undir hálvfinalu-umførini. Í hesari hálvfinaluni kappast Dansifelagið í Havn og Vága dansifelag. Dómari er Jónleif Johannesen.
Fyri Dansifelagið í Havn kappast Birgir Djurhuus, Kjartan Atlason og Janus Kamban. Fyri Dansifelagið í Vágum eru tað Dávid Nattestad, Anna Sunadóttir Hansen og Jóhannus Joensen.

Tú manst vita frá mongum at siga
Spurnakappingin "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan. Átta dansifeløg í landinum eru við í kappingini, sum er skipað við undanumførum, hálvfinalum og finalu. Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen eru vertir. Jónleif Johannesen og Rasmus Joensen hava gjørt spurningarnar.