- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tú manst vita frá mongum at siga

Liðið hjá Eysturoyar Dansifelag og liðið hjá Dansifelagnum í Havn hava vunnið seg í finaluna í "Tú manst vita frá mongum at siga". Ta einu løtuna vóru trý stig á muni, men móti endanum minkaði munurin niður í eitt stig. Manningin hjá eysturoyingum var Jóannes Djurhuus, Jón Rói Høgnesen og Kristian Jacobsen. Teir kappaðust ímóti Kjartani Atlasyni, Birgiri Djurhuus og Janusi Kamban úr Dansifelagnum í Havn.

Tú manst vita frá mongum at siga
Spurnakappingin "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan. Átta dansifeløg í landinum eru við í kappingini, sum er skipað við undanumførum, hálvfinalum og finalu. Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen eru vertir. Jónleif Johannesen og Rasmus Joensen hava gjørt spurningarnar.