Tú manst vita frá mongum at siga

Tú manst vita frá mongum at siga - Finalan
03-03-2025
Elin Maria Óladóttir Olsen og Jóhann Mortensen løgdu til rættis

Fríggjakvøldið 28. februar var stóra finalan í spurnarkappingini um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan, “Tú manst vita frá mongum at siga”, send beinleiðis av Reinsarínum í Havn.

Eftir spennandi undanumfør og hálvfinalur stóðu Familjan Johannesen og Nævurbussurnar eftir sum finalistar. Spenningurin var millum teir 150 áskoðararnar, sum høvdu leitað sær oman á Reinsaríið, at stuðla síni.

Luttakararnir máttu royna seg í ymiskum spurningum um kvæðasøgu, ljóðspurningum og eisini í eini yrkingaruppgávu. Rasmus Joensen var dómari, og Jóhann Mortensen vertur, meðan Jónleif Johannesen var atstøðingur og Elin Maria Olsen stóð fyri framleiðsluni.

Finalan var en frálíkur vitanardystur, har báðar manningarnar vístu stórt innlit í føroyska kvæðamentan, men bert eitt lið kundi standa sum vinnari av Tú manst vita frá mongum at siga 2025.

Tú manst vita frá mongum at siga

Spurnakappingin "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan. Átta dansifeløg í landinum eru við í kappingini, sum er skipað við undanumførum, hálvfinalum og finalu. Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen eru vertir. Jónleif Johannesen og Rasmus Joensen hava gjørt spurningarnar.

Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen leggja til rættis.
06-01-2024
Spurnakappingin "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan.
02-01-2024
Eysturoyar dansifelag og Dansifelagið í Havn kappast í finaluni, har tað var háspenningur í luftini
20-02-2023
Liðið hjá Eysturoyar Dansifelag móti suðuroyarliðnum kappast um eitt pláss í finaluni.
15-02-2023
Fyrra hálvfinalan í spurnarkappingini um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan. Í hesari hálvfinaluni kappast Dansifelagið í Havn og Vága dansifelag.
07-02-2023
Fjórða og seinasta undanumfari í spurnarkappingini um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan
28-01-2023
Triðja undanumfar í spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" um dans og kvæði.
22-01-2023
Annað undanumfar í spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" um føroyskan dans og kvæðamentan
17-01-2023
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan millum Stígum Fast í Dali og Dansifelagið í Havn
07-01-2023
  •