- Tíðindi, mentan og ítróttur
Turkaránið í Vestamannaoyggjum

Árið 1627 er eitt av teimum døpru í íslendskari søgu og ikki minst í søgu vestmannaoyinga. Hetta várið fór ein floti av vælvápnaðum sjórænaraskipum vestur gjøgnum Gibraltarsundið. Hetta er fyrstu ferð, skip úr Algier fara vestur í hav. Teir hava hoyrt um eina stóra oyggj langt úti í útnorði og hava skilt, at sjórænarar eru sjáldsamir á hesum leiðum. Tíðliga um morgunin tann 20. juni sóu fólk í Grindavík á Suðurlandinum eitt stórt skip úti í havsbrúnni.

Turkaránið í Vestamannaoyggjum
Frásøgn frá 2001 um turkaránið í Vestmannaoyggjum. Árni Joensen hevur skrivað, og Ove Olsen lesur.
Árið 1627 er eitt av teimum døpru í íslendskari søgu og ikki minst í søgu vestmannaoyinga. Hetta várið fór ein floti av vælvápnaðum sjórænaraskipum vestur gjøgnum Gibraltarsundið.