- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhvørvið og eg

Tað gevur eina vælverukenslu at keypa eitt nýtt plagg, men henda gleði við nýggja plagginum varar styttri enn hon gjørdi fyrr, so vit keypa alsamt fleiri klæðir, og nógv av hesum klæðum verða aldrin brúkt, men tað ber til at finna eydnuna aðrastaðni.
Í hesari sending tosa vit um tey klæði vit brúka og keypa, og tey árin okkara ovurnýtsla hevur á umhvørvið.
Luttakarar í sendingini eru Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, Sára Jógvansdóttir, Gunnhild Dahl Niclasen og Elin Lindenskov

Umhvørvið og eg
"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið.
Vertur er Elin Michelsen.











