- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhvørvið og eg

Hyggja vit at hagtølunum hjá akstovuni, so eru 26.534 persónlbilar eru skrásettir í Føroyum í november í ár. Av hesum eru 269 elbilar, meðan restin brúka bensin ella diesel. Og hóast tú ikki hevur valt elbil, so ber til at fara væl um umhvørvið við at koyra skynsamt og hugsa teg um, tá tað snýr seg um røkt av bilinum.
Við í sendingini hesaferð eru Magnus Gunnarsson, Fríðrikur Bláhamar og Martin Andreas Kruse

Umhvørvið og eg
"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið.
Vertur er Elin Michelsen.











