Vágskálin

Vágskálin: Tóroddur skrivar í fleiri løgum
08-11-2023
Yrkingasøvnini "Einki heiti" frá 2022 og "Heiti" frá 2023 eftir Tórodd Poulsen verða ummæld hesaferð

Ein av virknastu føroysku yrkjarunum og rithøvundunum farnu 40 árini hevur verið Tóroddur Poulsen, sum gav fyrsta yrkingasavnið út í 1984. Savnið nevndist ”Botnfall”.

Síðan hevur hann givið fleiri enn 40 bøkur út, tær flestu yrkingasøvn, og fleiri ferðir er Tóroddur Poulsen heiðraður fyri sína skriving.

Hans Jacob Kollslíð og Malan Marnersdóttir ummæla í sendingini tey bæði seinastu yrkingasøvnini hjá yrkjaranum.

Tóroddur er at meta við ein mystikara, heldur Hans Jacob Kollslíð, og Malan Marnersdóttir kallar fleiri av yrkingum hansara surrealistiskar. Tú fatar tær, men hevur ikki altíð fyri neyðini at skilja alt. 

Páll Danielsen og Elin á Rógvu lesa yrkingar hjá Tóroddi Poulsen. Uni Arge leggur til rættis. 

.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
Á vágskálini hesaferð er barna- og ungdómsskaldsøgan "Leyp nú, Eva!" eftir Rakel Helmsdal
17-12-2024
Á vágskálina leggja vit bókina "Vilji er lekjandi máttur" um Gunnar Hjelm, sum Hans Egholm hevur skrivað
09-12-2024
Á vágskálini hesaferð er heimspolitiska søgubókin "Frá Kuwait til Kyiv" eftir Hans Andrias Sølvará
26-11-2024
Á vágskálini hesaferð eru yrkingasøvnini "Yvir um ferð" hjá Svannu Jákupsdóttir og "Landslagið vil ikki eiga teg" eftir Tórodd Poulsen
25-11-2024
Um vikuskiftið vóru bókadagar, og sendingin hesaferð er merkt av tí.
19-11-2024
Bókin "Lítur aftur um bak" hjá Hans Eileri Hammer og Randi Mohr, journalisti, er til ummælis hesaferð
12-11-2024
Til umrøðu hesaferð eru fýra evni, m.a. bókin ”Frá Kuwait til Kyiv” eftir Hans Andrias Sølvará
04-11-2024
Á vágskálina hesaferð leggja vit bókina "Marta Marta" eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs
29-10-2024
Bókin "Antisemitisma" hjá Hanusi Kamban er á vágskálini hesaferð
23-10-2024
Hesaferð leggja vit nýggja stuttsøgusavnið "7 søgur" eftir Katrina Ottarsdóttir á vágskálina
14-10-2024
Vit hoyra um Listasavn Føroya, sum skal útbyggjast og umvælast, og eru til móttøku á Føroyaprenti, har Jóanes Nielsen røddi um pappír og prentlist
09-10-2024
Á vágskálina hesaferð verður løgd bókin ”Heimurin, ið hvarv” um sangtónaskaldið Regin Dahl eftir Knút Háberg Eysturstein
02-10-2024