- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Nær eru yrkingar algildar, og nær eru tær privatar? M.a. hesin spurningurin verður viðgjørdar hesaferð.
"Svørt orkidé" hjá Vónbjørt Vang er eitt persónligt savn av ymsum tekstasløgum, sum lýsa sorg og trega av sálarsjúku.
Savnið "Ást" hjá sálafrøðinginum, Helga Rasmussen, snýr seg m.a. um at eldast sum elalítið menniskja í tí stóra náttúruævinleikanum.
Urd Johannesen og Hans Jacob Kollslíð ummæla søvnini, og upplesarar eru Páll Danielsen, Jonna Fritsdóttir Mortensen og Solby A. Christiansdóttir.
Uni Arge leggur til rættis

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
