- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

"Flytifuglar" eru um tailendsku Mai, sum er flutt til Føroya saman við tailendsku mammu síni og býr í Vestmanna.
Dreingir happa hana við, at pápin hevur keypt mammuna úr Tailandi, men tá ein nýføðingur hvørvur, verður Mai hetjan.
"Toran gongur" er um ein búfelagsskap við sjey fólkum í fýra íbúðum. Í einari búgva Enara og Sirje, sum eru flýddar undan kríggi í heimlandinum.
Helena Lamhauge-Mortensen, bókmentafrøðingur, ummælir bøkurnar og heldur, at nútímans ungdómsbøkur eru tiltrongdar.
Eisini vitja vit Café Gløgg á Tjóðpalli Føroya.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
