Vágskálin

Vágskálin: Gott stuttsøgusavn um tað absurda í tí gerandisliga
17-04-2024
Á vágskálini hesaferð er stuttsøgusavnið "Upp eftir enda" hjá Oddfríði Marna Rasmussen

Í savninum eru 12 stuttsøgur, og um bókina sigur Sprotin, at hon viðger menniskju, sum eru steðgað upp og læst av fordómum og sínum umhvørvi.
Savnið lýsir tey fólkini, sum sjáldan fáa talutíð, og sum fá skilja, hvørt við sínum lýtum og einsemi í einum samfelag, har fólk vita av hvørjum øðrum, sneyta og eru illgrunasom.
Flestu stuttsøgurnar hava stutt heiti. Tær eita m.a. "Upp eftir enda", "Við harðari hond", "Grannin", "Tey avgjørdu", "Skuggin, "Gásareygu", "Tey", "Marmorrósan" og "Eg beri so nógv". Tað longsta heitið í savninum er "Aldurdómurin viskar seg sjálvan burtur".
Marna Jacobsen og Sámal Soll ummæla, og tey halda, at Oddfríður Marni Rasmussen kemur sera væl frá flestu søgunum.
Onkrar søgur er heldur metafiktionellar og kunnu tykjast abstraktar, men tær flestu hava greiða søgugongd og lýsa væl persónarnar, ið verða umrøddir.
Oddfríður skrivar væl, eisini tá hann lýsir vanligar støður úr gerandisdegnum, siga tey bæði.
Samband er millum fleiri av stuttsøgunum, men tær kunnu allar lesast sum sjálvstøðugar søgur.

Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum.

Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini.

Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður.

Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd.

Uni Arge leggur til rættis.

Í sendingini hitta vit Niels Jákup Thomsen, stjóra á Bókadeildini síðan 1996, og Turið Kjølbro, ritstjóra í 23 ár
04-02-2025
Í sendingini greiðir Bergur Rønne Moberg frá lívsverkunum hjá Williami Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, og fýra høvundar siga frá sínum yndisbókum
29-01-2025
Í sendingini ummæla Sanna Klein og Sámal Soll barnaskaldsøguna "Fornt" eftir Elina á Rógvi
21-01-2025
Í sendingini ummæla Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, og Finn Jensen, dekanur á Glasi, "Søgan um handlarnar" hjá Helga Jacobsen
15-01-2025
Í sendingini ummæla Eyðun Klakkstein og Eilen Anthoniussen krimiskaldsøguna "Altartalvan" hjá Jógvani Isaksen
08-01-2025
Í sendingini rógva vit aftur á 10 av Vágskálunum í 2024 og hoyra brot úr ummælunum
17-12-2024
Á vágskálini hesaferð er barna- og ungdómsskaldsøgan "Leyp nú, Eva!" eftir Rakel Helmsdal
17-12-2024
Á vágskálina leggja vit bókina "Vilji er lekjandi máttur" um Gunnar Hjelm, sum Hans Egholm hevur skrivað
09-12-2024
Á vágskálini hesaferð er heimspolitiska søgubókin "Frá Kuwait til Kyiv" eftir Hans Andrias Sølvará
26-11-2024
Á vágskálini hesaferð eru yrkingasøvnini "Yvir um ferð" hjá Svannu Jákupsdóttir og "Landslagið vil ikki eiga teg" eftir Tórodd Poulsen
25-11-2024
Um vikuskiftið vóru bókadagar, og sendingin hesaferð er merkt av tí.
19-11-2024
Bókin "Lítur aftur um bak" hjá Hans Eileri Hammer og Randi Mohr, journalisti, er til ummælis hesaferð
12-11-2024