- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Í føroyskari søgu hava kvinnur deyðar í barsilssong ikki fingið nógva rúmd, og tað vildi Rigmor Restorff Dam broyta við bókini, sum kom út 20. juni.
Rigmor nevnir, at áhugi hennara fyri søgunum um tær, sum doyðu í barsilssong, kyknaði fyrst í hesi øldini, tá hon hoyrdi eina kvinnu siga søguna um ommu sína, sum doyði frá børnunum.
Deyði hennara hevði ávirkað familjuna bæði sosialt og sálarliga. Børnini vórðu sett út til fosturs og mistu sambandið sínámillum, og familjan kom ikki til sættis við sorgina, tí ongin tosaði um hana.
Tey, sum ummæla ”Tær góvu lív”, eru Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð. Talan er um eina bók, sum reikar ímillum tað yrkisbókmentaliga og fagurbókmentaliga, siga tey.
Frásagnirnar um, hvussu liviumstøðurnar vóru fyrr, eru neyvar og upplýsandi, og tær persónligu samrøðurnar við fólk, sum mistu eina ættmóðir í barsilssong, eru meira málandi og hjartanemandi.
Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur brot úr bókini.
Uni Arge leggur til rættis
