- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Bjørn Isholm varð føddur í 1933, men í 1950 fór hann av landinum við mammu síni og kom ongantíð aftur til Føroya. Í 1977 doyði hann einans 44 ára gamal.
Nú eru komnar undan kavi fleiri tekningar eftir Bjørn úr Suðurevropa, sum verða sýndar fram í Smiðjuni í Lítluvík.
Bjørn Isholm var sonur Eivin Isholm, ið var sonur Kristin í Geil, blaðstjóra á Tingakrossi frá 1901 til 1935. Kristin og Eivin teknaðu eisini, men Bjørn teknaði eitt sindur øðrvísi enn teir.
Bo Isholm og Hannis Egholm, sum hava sett framsýningina upp, greiða frá søguni um Bjørn Isholm.
Vit hava eisini eina frásøgn frá løtuni, tá greinasavnið um føroyskan uttanríkispolitikk, "Heimsins nalvi", varð lagt fram á Fróðskaparsetrinum. Høvuðsrøðari var Árni Olafsson, serkønur í føroyskum uttanríkisviðurskiftum í mong ár.
At enda ummælir Hans Jacob Kollslíð yrkingasavnið "Rák" eftir Henrik Weihe Joensen. Savnið átti at verið ritstjórnað betur, heldur hann, tí nógvir tekstir eru útsagnir, ið heldur kundu verið viðmerkingar ella stutt lesarabrøv.
Uni Arge leggur til rættis

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum.
Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini.
Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður.
Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd.
Uni Arge leggur til rættis.