Vágskálin

Vágskálin: Alt í náttúruni vil sleppa at liva
30-09-2026
Á vágskálina verður løgd bókin ”Trækrúnulívæðrin” eftir Magnus Gaard

Alt í náttúruni hevur eina stremban og eina kós, og fremsta endamálið er at yvirliva.

Hetta er høvuðsboðskapurin í bókini "Trækrúnulívæðrin" eftir Magnus Gaard, lívfrøðing og rektara á Miðnámi í Vestmanna. 

Talan er um eina lívfrøðiliga, heimspekiliga og persónliga bók, sum er lærd og atkomilig hjá øllum lesarum, sigur Kim Simonsen, rithøvundur. 

William Simonsen, lívfrøðingur, kallar bókina rannsakandi, tí Magnus Gaard kjakast um so mangt á teimum 140 síðunum, serliga lívsandan í náttúruni. 

Hugtakið biosemiotikk fær nógva umrøðu í bókini. Hetta er læran um, hvussu alt tosar við hvørt annað í náttúruni við teknum.

Magnus sigur, at við verkum, sum René Descartes og Isaac Newton lótu úr hondum, fóru menniskju at síggja náttúruna sum mekanikk - og geva henni minni ans. 

"Tað passar, sum hann sigur, tí í sambandi við útbyggingar gera vit ofta als ikki árinskanningar - ella rættiliga seint í tilgongdini," sigur William Simonsen.

Uni Arge leggur til rættis. 

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

Í sendingini hesaferð eru fýra samrøður við fimm fólk, sum vóru virkin á Bókadøgunum
18-11-2026
Á vágskálina verður lagt stuttsøgusavnið "Kann eg vera tí barn" eftir Arnbjørn Dalsgarð
11-11-2026
Í Vágskál nr. 100 kjakast tríggir ummælarar um støðuna hjá føroyskum bókmentum í 2026
04-11-2026
Á vágskálina verður løgd bókin "Babba og gloymskan? eftir Honnu D. Andreassen
28-10-2026
Á vágskálina verður løgd bókin ''Fru s'' eftir Inger Smærup Sørensen
21-10-2026
Á vágskálina verður løgd bókin “Eg fótaði mær aftur” eftir Herdis Skorastein
14-10-2026
Á vágskálina verður løgd bókin ”Mínar søgur” eftir Heðin Samuelsen
07-10-2026
Á vágskálina verður løgd bókin ”Trækrúnulívæðrin” eftir Magnus Gaard
30-09-2026
Á vágskálina verður lagt yrkingasavnið ”Enn er náðin náðileys” eftir Tórodd Poulsen
23-09-2026
Á vágskálina verður løgd skaldsøgan frá "Frá høvur til hæl" eftir Einar Már Guðmundsson
16-09-2026
Til umrøðu hesaferð er nýggj bók um politiið í Føroyum og enska ávirkanin á føroyskt mál
25-03-2026
Á vágskálina hesaferð verður løgd bókin "Hendur ið sleptu" eftir Óla Jacobsen
18-03-2026